2024-06-19 17:20
Esteban Alejandro Mosquera Hurtado. Soleiðis eitur nýggir álopskendi spælarin í Sundalagnum.
EB/Streymur hevur boðað frá, at avtala er gjørd við 21-ára gamla spælaran úr Kolumbia.
Esteban er ikki heilt ókendir fyri venjara- og spælarahópin, tí hann var við á venjingarleguni hjá EB/Streymi í Málaga fyrr í ár.
Nú er so sáttmáli komin uppá pláss fyri restina av kappingarárinum. EB/Streymur er á 8. plássi í Betrideildini eftir 13 umfør.
Tað er ikki so nógv at síggja um Esteban Alejandro Mosquera Hurtado á alnótini, men sum skilst hevur nýggi spælarin hjá EB/Streymi spælt í lægru sponsku deildunum í seinastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald