Oyggjaleikir 2023

Estiskur rennari við serligum flaggi

Tey gloymdu Torgu, sunnast á Saaremaa, tá Estaland loysti frá Sovjettrusslandi, so fólkini stovnaðu egið kongsríki.

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2023-07-09 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tær flestu av oyggjunum, sum eru við á oyggjaleikum hava sítt egna flagg, men ikki allar. Eitt nú luttaka Hitra og Frøya undir norskum flaggi og Saremaa undir estiskum flaggi.

Og tó – millum luttakararnar hjá Saremaa á setanarhátíðarhaldinum í gjárkvøldið sást í hvussu so er ein ítróttamaður við einum nakað øðrvísi flaggi. Litirnir vóru teir somu, hvítt, svart og blátt, sum í estiska flagginum. Men teir myndaðu eitt krossflagg eins og tey norðurlendsku fløggini.

Maðurin, ið hevði hetta flaggið um harðarnar, var maratonrennarin Mikk Rajaver.

Hann greiðir frá, at hann kemur frá sunnasta partinum av Saaremaa, eitt nes, sum stingur seg suður úr oynni. Hetta økið kallast Torgu, og tey plaga at brúka hetta flaggið.

Mikk Rajaver greiðir frá, at tey í Torgu kenna eitt sterkari tilknýti til tey norðurlendsku londini, enn restin av íbúgvunum á Saaremaa. Hetta tí, at víkingar hava búleikast á hesum leiðum. Norðurlendska/skandinaviska navnið á oynni Saaremaa er Ösel. Í Torgu økinum eru eisini funnar fleiri búsetingar frá víkingaøld.

Søgan sigur, at tá Estland fekk sjálvstýri frá Sovjettrusslandi, so var økið Torgu gloymt í skipanini av landinum. Hetta førdi til, at fólkið har útnevndu Torgu til egið kongsríki. Tá varð mistakið skjótt rættað, og Torgu gjørdist partur av Estlandi.

So um Mikk Rajaver vinnur upp á sigurspallin tá hálvmaraton-kappingin á oyggjaleikum verður fríggjadagin, skal hann nokk ikki rokna við, at tað verður hvít-svart-bláa krossflaggið, sum verður vundið á stong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder