Fótbóltur

Europa League: Føroysku liðini hava øll góðan møguleika í kvøld

Veddingarfyritøkur geva HB minsta møguleikan av teimum trimum. Oddaliðið skal royna at koppa norðuríska steypavinnaranum í Belfast - B36 og NSÍ eru lítlir favorittar. Mótstøðuliðini eru ikki ræðandi, og talan kann gerast um heilt spennandi dystir.

NSÍ og HB spældu tíðliga í mánaðinum um týdningarmikil stig

NSÍ og HB spældu tíðliga í mánaðinum um týdningarmikil stig

2020-08-20 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu B36, NSÍ og HB royna seg í undanumfarinum í Europa League. Hjá NSÍ og HB er tað fyrstu ferð, at liðini gera tað - undanumfarið var fyri fyrstu ferð í 2018.

Tá spældu B36 og KÍ seg víðari. KÍ kom eisini víðari í fjør, men hjá NSÍ rakk tað ikki. Harvið er tað eydnast í trimum út av fýra royndum, tá føroysk feløg spæla ímóti liðum úr øðrum av teimum lægst styrkismettu deildunum í Evropa á fyrsta stignum í kappingini.

Seinastu tvey árini hava tvey føroysk lið luttikið í undanumfarinum, har eitt so er komið inn í 1. umfari. Í ár eru trý. Tvey av teimum eru sambært veddingarfyritøkunum lítlir favorittar. Ein fær peningin beint yvir tvær ferðir aftur, um B36-sigur verður tippaður, og árstalsfelagið vinnur á Gibraltar. Ein heimasigur til NSÍ á Barry Town United úr Wales gevur eitt lítið sindur meira hjá veddingarfyrtøkunum. Teir í gulum og svørtum skulu royna at skriva søgu í kvøld og koma víðari í Evropa á fyrsta sinni.

[object Object]
Í 0-0 dystinum á Svangaskarði móti Ballymena United í undanumfarinum í fjør (Mynd: Olaf Olsen)

Runavíkingar megnaðu ikki at koppa Ballymena úr Norðírlandi, ið helst er á áleið sama støði sum mótstøðuliðið hesuferð í fjør. Talan er um liðið, sum endaði á 4. plássi í Wales í fjør. Kappingin endaði tíðliga í mars, og harvið er sera langt síðani seinasta kappingardyst hjá Barry Town, ið luttekur í evropeiskum fótbólti á 11. sinni. Í 1997 kom liðið víðari tvær ferðir í UEFA Cup. Í fjør var Barry Town við í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í 16 ár og tapti 4-0 samanlagt móti Cliftonville úr Norðurírlandi.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í dystinum móti St Joseph's í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 spældi eisini móti St Joseph's í 2018. Eftir stóra B36-yvirvág í Gundadalií fyrra dystinum, men eitt 1-1 úrslit, stríddi liðið hjá Jákupi á Borg seg til sigurs eftir 1-1 og brotssparkskapping í nógva hitanum á Gibraltar í seinna dystinum. Tað verður eisini nógvur hiti í dag, men B36 hevur fingið fyrireikað seg væl og hevur eyguni á meira framgongd í evropeiskum fótbólti. Stórar broytingar hava verið í hópinum hjá St Joseph's seinastu tvey árini. Í fjør eydnaðist tað hjá liðnum hjá Gibraltar at koma víðari á fyrsta sinni í Evropa. Tað var við samanløgdum 3-1 sigri á Prishtina úr Kosovo. Í umfarinum eftir tað var tó einki at gera: Steven Gerrard og Rangers vunnu samalagt 10-0, og tað var aðru ferð, at St Joseph's tapti so nógv í fyrsta umfari av Europa League

[object Object]Í fjør stríddist HB við Linfield, men megnaði ikki, hóast stóra yvirvág í Gundadali, at vinna (Mynd: Olaf Olsen)

HB skal í kvøld royna at sláa Glentoran út í Belfast. Ongantíð áður hevur tað eydnast føroyskum liðið at gera tað við eitt norðurírskt lið. HB er eisini undirtippað - oddsini liggja millum 3,45 og 3,75. Hetta er ikki ógvusligt, í mun til at talan er um føroyskt lið á útivølli, men HB hevur uttan iva truplastu uppgávuna á pappírinum. Talan er tó um oddaliðið í Betrideildini, ið hevur fyrireika seg væl á grasi, har sjálvsálitið er høgt, og sum hevur fingið leikarar aftur.

Í HB hungrað teir eftir góðum evropeiskum úrslit - so sannliga eisini fyri føroyskan fótbólt - og nú eru seks ár síðani teir reyð-svørtu seinastu spældu seg víðari. Hetta er fyrstu ferð, at HB er í undanumfarinum í Europa League; í fjør var tað ikki so langt frá hjá HB móti  norðurírska meistaraliðið Linfield út úr kappingini. Glentoran endaði tíggju stig aftanfyri Linfield í ár (á 5. plássi - kappingin støgaði fyrst í mars) men vann steypafinaluna síðst í juli. Felagið hevur sera ofta verið umboðað í Europa, men fer so at siga altíð út í 1. umfarinum, sum høvuðsstaðarfelagið er í.

Í ár er bert talan um ein dyst - vinnarin eftir 90, 120 minuttir ella brotssparkskakpping fer víðari til 1. umfar. Portalurin verður til staðar á Svangaskarði og dagførir á forsíðuni frá øllum dystunum.

Europa League Undanumfar 
20.08 - allar tíðir eru føroyskar

16.30:
St Joseph's - B36 
Kann síggjast ókeypis á Rás 1

Jákup á Borg: - Umráðandi at vit hava virðing men royna at spæla dystin uppá okkara máta

18.00NSÍ - Barry Town United 
Kann síggjast ókeypis á Rás 1
Innslag: NSÍ er til reiðar at taka næsta stigið í Evropa
Myndir: NSÍ fyrireikar seg til Europa League

19.00: Glentoran - HB
Kann stroymast her fyri 49 krónur

Berthel: - Vant alt tað taktiska í Føroyum so mótstøðuliðið einki sær
Myndir: HB til reiðar at fara til Belfast
Innslag: - Meta at møguleikin í Belfast er góður



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder