Fótbóltur

Myndir: HB til reiðar at fara til Belfast

Oddaliðið í Betrideildini hevði í gjárkvøldið sína seinastu venjing á grasinum á Tórsbreyt undan fráferð. Tveir av føstu monnum mangla, men fleiri aðrir eru nú av álvara aftur.

Adrian Justinussen er til reiðar aftur fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen er til reiðar aftur fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-19 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dagarnar hevur HB-hópurin ikki vant á Tórsvølli, men á grasinum á Tórsbreyt. Orsøkin er einføld: At undirlagið á The Oval í Belfast, ið verður karmur um Europa League-dystin Glentoran - HB hóskvøldið, er gras, og at HB-leikararnir skulu venja seg við tað.

Les eisini: HB fer til Belfast í morgin (í dag) - dysturin kann stroymast

Jens Berthel Askou, Teitur Matras Gestsson og Adrian Rúnasson Justinussen eru sera væl nøgdir við møguleikan at venja á væl hildna grasinum, tí tað hjálpir væl í fyrireikingunum. Hetta søgdu teir tríggir, tá vit fingu orðið á teir eftir venjingingina í gjárkvøldið - sí innslag frá henni seinni í dag - har størstur dentur var á at venja deyðbóltar. Tað er øðrvísi á ymsan hátt at spæla á grasi. Tað er ikki so gott fyri spørkini, segði Adrian millum annað, men annars betri á ymsan hátt helt nummar sjey fyri.

Ferðalagið fer úr Vágunum klokkan 09.15. Talan er um stuttan flogtúr til høvuðsstaðin í Norðurírland, har veðurlagið ikki er so øðrvísi í mun til í høvuðsstaðnum í Føroyum. HB skal har leggja seinastu hond á fyrireikingarnar. Tað inniber millum venjing í annaðkvøld á heimavøllinum hjá norðurírsku steypavinnarunum, har teir reyð-svørtu hósdagin skulu royna at sláa teir út.

1. umfarið er fyrsta málið, og mett verður at talan verður um ein javnan dyst. HB skal klára seg uttan stinna, klóka og alveringstrygga miðvallaran Mikkel Frankoch, ið framvegis er skaddur í fótinum. Skaðin kom í ólavsøkudystinum móti TB. Heri Hjalt Mohr, ið hevur gjørt tað frálíka væl í verjuni í ár, er heldur ikki tøkur til evropeiska uppgávuna. Tað eru Adrian Justinussen, Tróndur Jensen og Delphin Tshiembe hinvegin. Allir hava verið skaddir - allir komu inn ímóti AB, tá HB vann heili 11-0 í farnu viku. Adrian fekk tá tvey mál. 

Dysturin hósdagin byrjar klokkan 19. Hann kann stroymast her

Myndirnar tók Sverri Egholm í gjárkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder