HB hevur vunnið átta dystir á rað í Betrideildini og er fimm og seks stig frammanfyri ávíkavist KÍ á 2. plássi og B36 á 3. plássi. Nú skal liðið hjá Jens Berthel Askou royna at gerast fyrsta føroyska liðið, sum kemur víðari ímóti einum norðurírskum.
HB royndi seg í fjør ímóti meistarunum Linfield, men tapti samanlagt 3-2. Hesaferð er bert talan um ein dyst, og hann verður leiktur í Belfast, har HB í fjør tapti 1-0. Mótstøðuliðið er tó ikki eins sterkt sum Linfield. Glentoran lá á 5. plássi, tá korona støðgaði norðurírsku kappingini tíðliga í mars. Hon varð ikki tikin uppaftur, men Glentoran vann síðst í juli steypakappingina, og tað gevur atgongd til Europa League. Í finaluni endaði tað 2-1 móti Ballymena United, sum í fjør sló NSÍ út úr undanumfarinum í Europa League.
Glentoran er eitt felag, ið hevur luttikið ofta í evropeisku kappingunum, men sum næstan altíð verður sligið út í fyrstu royndini. HB luttekur eisini ofta og kemur eisini sjálvdan víðari, men hevur spælt nógvar heilt góðar einstakar evropeiskar dystir, og er rímiliga javnan ikki langt frá at koma víðari. Sum støðan er nú, má metast, at mest vinnandi føroyska felagið hevur góðan møguleika at koma víðari úr undanumfarinum, sum HB ongantíð hevur luttikið í fyrr.
Mynd: Havnar Bóltfelag
HB hevur seinastu dagarnar vant á grasinum við Tórsbreyt, tí at undirlagið á The Oval, heimavøllinum hjá Glentoran í norðurírska høvuðsstaðnum, er nátúrligt gras. Í kvøld venur HB aftur á Tórsbreyt, og Portalurin verður til staðar. Í morginárini klokkan 09.15 fer leiguflogar við HB-hópinum avstað til Belfast.
Møguleiki fyri stroyming
HB hevur seinnapartin boðað frá, at felagið vil geva sínum fjepparum møguleika at síggja dystin, og at hann verður stroymdur í samráð við InPlayer. Atgongd kostar 49 kr - neyðugt er at logga á, eitt nú við Google ella Facebook fyri at síggja dystin.
Her ber til at keypa sær atgongd
Fótbóltur
HB fer til Belfast í morgin - dysturin kann stroymast
Oddaliðið í Betrideildini hevur í kvøld sína seinastu venjing í Føroyum undan Europa League-dystinum hóskvøldið. HB venur á Tórsbreyt fyri at fyrireika seg til undirlagi á The Oval.
Adrian Justinussen skorar her við brotssparki í 2-2 dystinum móti Linfield á Ovara Vølli í fjør. Talan var um ein dyst, har HB var leikliga omaná (Mynd: Olaf Olsen)
2020-08-18 15:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald