
Sum norskur steypavinnari kom Fredrikstad í kvøld inn í 3. umfar í Europa League.
Hetta var fyrsti evropeiski dysturin hjá felagnum í 16 ár og tann fyrsti evropeiski dysturin hjá Jóannes Bjartalíð í trý ár.
Tað fyrra sást: FC Midtjylland var skarpari og vann 3-1 í Fredrikstad. Harvið hevur danska liðið sett seg í ógvuliga góða støðu í mun til víðari luttøku.
Føroyingurin í Fredrikstad gjørdi tó sítt. Jóannes Bjartalíð kom inn tíðliga í 2. hálvleiki, og í 78. minutti minkaði 29-ára gamli klaksvíkingurin til 2-1.
Talan var um eitt hart innlegg úr høgru, sum Jóannes setti "kalda" høgra fótin á. Kyniskt og gott men tíverri svaraði FC Midtjylland aftur til 3-1 í næsta álopinum.
Ein ónøgdur Jóannes Bjartalíð eftir at 1-3 málið kemur ígjøgnum (Mynd: Fredrikstad FK)
Seinni dysturin millum liðini verður spældur í Herning um eina viku, hósdaign 14. august.
Jóannes Bjartalíð hevur verið skaddur størsta partin av árinum, men seinastu tíðina hevur føroyingurin fast fingið minuttir - og nú skorað fyri Fredrikstad í Evropa.
Hetta var samstundis fyrsta málið hjá Jóannesi í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald