HJK Helskinki sló HB út úr Champions League, men varð í umfarinum eftir hetta sligið út av Reyðu Stjørnu. Harvið skulu finnar nú royna at spæla seg í Europa League-bólkaspælið, og fyrsta fetið varð tikið í gjárkvøldið, tá finnar spældu 1-1 í Letlandi í fyrra dystinum í 3. umfari. Tim Varynen skoraði týdningarmikla útivallarmálið tíðliga í dystinum; Riga FC javnaði seint í dystinum
(Finnar, her í Gundadali, spældu í gjár í Riga - Mynd: Olaf Olsen)
Linfield knógvaði HB í undanfarna umfari, og í gjár vann norðurírska liðið góðan 2-1 sigur á Sutjeska. Kirk Millar, ið varð innskiftur í báðum dystunum ímóti HB, skoraði bæði málini, og harvið sær tað sera gott út hjá Linfield í mun til at koma víðari til seinasta undanumfari.
Seinnu dystirnir, hjá liðunum ið bæði spældu javnleik í Gundadali í juli, verða komandi týsdag. Hetta er í 3. umfari.
Fótbóltur
Europa League: Mótstøðuliðini hjá HB fingu góð úrslit á útivølli
Linfield vann í Montenegro, og HJK spældi javnleik í Riga.
Linfield hevði stórar trupulleikar í Gundadali, men vann í gjár í fyrra dystinum í 3. umfari (Mynd: Olaf Olsen)
2019-08-07 13:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald