Hondbóltur

European Cup: VÍF skal royna at knógva Ferizaj í Kosovo

Og harvið gera H71 og Neistanum kynstrið eftir. Vestmannakvinnur spæla fyrra dystin í 2. umfari klokkan 19 og til ber at fylgja gongdini á Portalinum - seinni dysturin er á skránni sunnudagin klokkan 16.

VÍF-venjing í Kosovo (Mynd: AVA Photography)

VÍF-venjing í Kosovo (Mynd: AVA Photography)

2026-10-09 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta vikuskifti vunnu Neistin og H71 báðar sínar dystir og spældu seg harvið víðari til 3. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin hjá EHF.

Summar uppgerðir í 2. umfari eru ikki spælar enn, og hetta vikuskiftið skal VÍF royna at gera hinum føroysku umboðunum í kappingini hjá kvinnum kynstrið eftir.

Les eisini: 
European Cup: H71 og Neistin vunnu aftur í kvøld og eru víðari

Eins og hjá teimum verða báðir dystir spældir í sama landi; eins og hjá Neistanum verða báðir dystirnir spældir í Kosovo.

Neistin vann samanlagt við seks málum á KHF Samdrexha. VÍF skal spæla móti  Ferizaj, sum er úr somu deild.

Harvið man metast, at føroyska liðið í øllum førum hevur ein fínan møguleika.

VÍF-ferðalagið fór úr Føroyum mikudagin og hevur nú fyrireikað seg í Kosovo. Fyrri dysturin verður spældur í kvøld, fríggjadag klokkan 19.00 føroyska tíð. Seinni dysturin verður sunnudagin 11. oktober klokkan 16.

[object Object]
AVA Photography

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum. Leinkja til stroyming verður á Facebook-vanganum hjá Vestmanna Ítróttafelag 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder