Hondbóltur

European League: Tungt kvøld hjá føroysku landsliðsspælarunum

Bæði Fücshe og Sävehof taptu á heimavølli, og liðið hjá Óla Mittún er kroyst, nú tvey umfør resta í. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu stórt.

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir taptu í 2. umfari í meginumfarinum. Sporting CP hevði ein frálíkan 2. hálvleik í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir taptu í 2. umfari í meginumfarinum. Sporting CP hevði ein frálíkan 2. hálvleik í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-20 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umfar nummar tvey av fýra í meginumfarinum í European League var á skránni í kvøld. Tríggir føroyingar vóru í eldinum, og úrttøkan var misjøvn.

Hákun West av Teigum spældi í tí størsta og mest spennandi dystinum. Sporting CP vitjaði í týska høvuðsstaðnum og var av álvara við undirlutan í 1. hálvleiki. Fücshe Berlin skoraði heili 19 ferðir fyri steðgin, og seks mál vóru á muni eftir fyrstu 30 minuttirnar.

Seinni hálvleikur var tó heilt øðrvísi. Heimaliðið fekk ikki álopsspælið at koyra, royndi argentinski málverjin, Maciel, hevði fleiri góðar bjargingar, og í álopspartinum hjá Sporting gingu Costa-brøðurnir á odda. Serliga var Martim ein stórur trupulleiki fyri týska liðið. Hann er javngamal við Hákun og avgjørdi dystin, tá fá sekund vóru eftir við sínum tólvta máli í dystinum.

Sí hagtøl úr Berlin her

Føroyingurin hjá Fücshe spældi fullan dyst. Hann fekk tó ikki so nógv at arbeiða við. Hákun skoraði tvey góð mál av høgra vongi, men Maciel bjargaði einari av royndunum hjá hoyvíkinginum í 2. hálvleiki. Harvið var Hákun West av Teigum 2/3. Sporting er nú oddalið í bólkinum. Fücshe Berlin liggur framvegis til at koma víðari - um eina viku verður helst ein finala um 1. plássi í bólkinum í portugisiska høvuðsstaðnum.

[object Object]
Støðan í bólkinum nú tvey umfør eru eftir (Mynd: eurohandball.com)

[object Object]Óli Mittún í EM-dysti í Berlin - í kvøld stríddist ungi hoyvíkingurin móti Skjern, ið var sterkari enn Sävehof (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var leingi ein javnur dystur í Partille, har Skjern vitjaði hjá oddaliðnum í Svøríki. Danir fóru tó frá nakað inn í 2. hálvleiki. Tá gekk ikki so væl hjá Óla Mittún. Nógv lá á 18-ára gamla hoyvíkinginum í álopspartinum og nøkur teknisk mistøk hjá Óla kostaði, og okkurt brent skot var.

Ungi føroyski bakspælarin skoraði tó fýra mál og hevði fleiri góð upplegg. Samanlagt var tað tó ikki nóg mikið hjá Sävehof. At enda var munurin í lykladystinum tvey mál. Skjern er oddalið í bólkinum og kann spæla seg víðari um eina viku, tá svenska liðið vitjar í vestara parti av Jútlandi. Tá skulu Óli og liðfelagarnir helst vinna fyri at hava møguleika at koma víðari - tað hjálpti at hini bæði liðini í bólkinum spældu javnt í kvøld.

[object Object]

Sävehof skal allarhelst hava stig í báðum sínum seinastu dystunum fyri at koma víðari (Mynd: eurohandball.com)

[object Object]

Hjá Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen gongur sum smurt. Havnarmaðurin og lið hansara hava vunnið báðar dystirnar í meginumfarinum við tíggju málum.

Í kvøld endaði tað 26-36, tá Vojvodina tók ímóti. Jóhan hevði fýra skot í dystinum og skoraði tríggjar ferðir. Um eina viku hittast liðini aftur í Týsklandi. Tá kann Flensburg-Handewitt spæla seg víðari við einum sigri á serbiska liðnum.

[object Object]
29-ára gamli høgri vongurin úr Havn skorað trý mál í kvøld

Alt um næststerkastu kappingina hjá EHF sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder