Annað

Eva Vilhelm nýggj í starvsnevndini hjá ÍSF

Við hesum er starvsnevndin aftur fullmannað. Eva er ættað úr Trongisvági men hevur seinastu árini búð í Hósvík, har hon hevur verið forkvinna Hósvíkar Róðrarfelag..

- Eg eri sera fegin og takksom um at sleppa at arbeiða við føroyskum ítrótti og strategiini, sum ÍSF hevur ment. Soleiðis sigur nýggi starvsnevndarlimurin (Mynd: Ítróttasamband Føroya)

- Eg eri sera fegin og takksom um at sleppa at arbeiða við føroyskum ítrótti og strategiini, sum ÍSF hevur ment. Soleiðis sigur nýggi starvsnevndarlimurin (Mynd: Ítróttasamband Føroya)

2024-06-19 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsnevndin hjá ÍSF er nú aftur fullmannað. Hetta boðar Ítróttasamband frá eftir eykaaðalfundin, har stríðsval var.

Hetta vann Eva Vilhelm móti Gunnari Djurhuus, sum Hondbóltssambandið innstillaði. Róðrarssambandið innstillaði Evu. Hon hevur seinastu árini verið virkin í Hósvíkar Róðrarfelag, ið er nógv vaksandi.

- Eg eri sera fegin og takksom um at sleppa at arbeiða við føroyskum ítrótti og strategiini, sum ÍSF hevur ment. Í Hósvíkar Róðrarfelagi hava vit arbeitt eftir leiðreglunum hjá ÍSF, og síðani vit byrjaðu uppá tað, er felagið vaksið munandi.

Eva Vilhelm vísir í skrivi hjá ÍSF á, at børn, sum ongantíð høvdu valt kappróður, "teljast nú millum okkara bestu rógvarar" - hetta millum annað vegna leistin hjá Ítróttarsambandið. 

Eva er ættað úr Trongisvági men hevur seinastu árini búð í Hósvík. Hon er 27 ára gomul og hevur verið sera virkin í kappróðri. Millum 2020 og 2023 sum forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag.

Í starvsnevndini sita nú Elin Heðinsdóttir Joensen - forseti, Magnus Tausen - varaforseti, Kerstin Laksáfoss, Anna Maria Toftegaard og Edna Maria Debes - íðkraumboð, og Eva Vilhelm.

Á eykaaðalfundinum bleiv gullnál handað Esmari Joensen, formann í Skjótsambandi Føroya. Esmar hevur verið formaður í Skjótsambandinum síðani 2018.

[object Object]Esmar Joensen og Elin Heðinsdóttir Joensen (Mynd: isf.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder