Annað

Evropa ímóti Suðuramerika

Fjórðingsfinalurnar í Russlandi fara í gongd í dag. Tvær sera spennandi uppgerðir eru fyri framman.

Neymar og Marcelo til venjing undan brakinum ímóti Belgia
(Mynd: EPA)

Neymar og Marcelo til venjing undan brakinum ímóti Belgia (Mynd: EPA)

2018-07-06 09:48 Author image
Agnar Prestá

HM fer nú í eina heilt avgerandi fasu. Átta dystir eru eftir, og tá dagurin í morgin er liðugur kenna vit tey fýra liðini, ið skulu dystast í hálvfinaluni.

”Tann betra helvtin” er í gongd í dag. Ein finalistur skal finnast ímillum tey fýra liðini, ið skulu í eldin í dag. Tað kann argumenterast fyri, at hetta eru fýra tey sterkastu liðini, sum eru eftir í endaspælinum. Hóast Kroatia hevur vunnið allar dystirnar, og at tey í Onglandi(og nógva aðrastaðni) trúgva og vóna, at fótbólturin kemur heim.

Dagsins dystir:

15.00: Uruguay - Frakland
19.00: Brasilia - Belgia


KVF og TV2 vísa báðar dystirnar.

Fyrra uppgerðin kann gerast sera áhugaverd taktiskt. Tvey lið ið eru vælskipaði, og ikki geva so nógvar møguleikar burtur – serliga Uruguay. Í tí seinnu uppgerðini er lagt upp til gott álopsspæl og undirhald, tá tvey sera evnarík lið hittast – eitt við einari sera ríkari HM-søgu og nógvum steypum, og eitt ið sjálvdan er ímillum tey allarbestu liðini, men nú hevur møguleikan at gera seg galdandi.

Hetta er higartil størsti dagur í HM. Tvey brak, alt uppá spæl og nógvar stjørnur; ein rúgvu av góðskuleikarum. Talan eru um lið, ið øll vunnu sín bólk. Uruguay og Belgia hava vunnið allar sínar dystir higartil. Frakland og Brasilia hava ikki tapt enn. Vinnararnir av hesum báðum dystunum hittast í hálvfinaluni týskvøldið.  

Hjá Fraklandi er miðvallarmotururin, Blaise Matuidi, ikki við. Hann hevur leikbann. Hjá Uruguay er stóri spurningurin, um álopsleikarin Edinson Cavani gerst klárur. 31-ára gamli áleyparin úr PSG skoraði bæði málini í sigrinum á Portugal, men noyddist út við skaða í tjúkkanum. Hann hevur vant eitt sindur við síðani, men seinastu tíðindini eru, at hann helst ikki er nóg birgur til at spæla; íhvussu er ikk til ati byrja inni.

Hjá Belgia eru allir mans tøkir, meðan Brasilia hevur Casemiro úr Real Madrid leikbannaðan. Douglas Costa er ivasamur, men hann og Marcelo, ið hevur verið darvaður av skaða, hava vant við fullari skrú seinastu dagarnar. Høgri bakkurin, Danilo, spælir allarhelst ikki aftur hetta endaspælið vegna skaða.

Fer Neymar at vera avgerandi fyri sítt lið ? Ella fer hann at fáa mest uppmerksemi fyri at rulla runt ? Fer Mbappé aftur at skína fyri Frakland ? Fer gylta ættarliðið hjá Belgia at byggja víðari á sítt flotta comeback ímóti Japan og koppa mest vinnandi landinum í HM-søguni ? Fer sera vælskipaða liðið hjá Uruguay at senda enn eitt evropeiskt lið út – møguliga enntá uttan Cavani ?

Vit fáa svar uppá allar hesar spurningarnar áðrenn dagurin er úti. Tað kann enda við, at ein rein evropeisk ella rein suðuramerikonsk uppgerð verður í aðrari hálvfinaluni, ella verður tað Evropa vs. Suðuramerika aftur í hálvfinaluni. Frakland og Brasilia eru favorittar; tó ikki nakrir stórir favorittar. Allastaðni gevur ein sigur á favorittarnir pengarnir eitt lítið sindur meira enn tvær ferðir aftur. Tað er helst eingin ivi um, at hyggjararnir í dag fáa stóran spenning.

placeholder
placeholder