H71 er dømt at tapa dystin móti HC Galychanka 10-0. Tað hevur evropeiska hondbóltssambandið EHF avgjørt.
Orsøkin er, at hoyvíkingar ikki møtti upp tá fyrri dysturin millum lliðini skuldi spælast 13. februar. Danska uttanríkisráðið mælti øllum ríkisborgarum frá at fara til Ukraina.
Liðið var farið allan vegin til Pólland, og felagið royndi at samráðast við HC Galychanka um at spæla dystin á uttanveltaðum vølli, men hetta bar ikki á mál.
H71 tapti dystin í Føroyum 20. februar við einum máli, 27-26.
Umframt 10-0 tapið, hevur H71 eisini fingið eina bót frá EHF upp á 52.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald