Hondbóltur

Evropeisk uppgerð hjá H71 hongur í leysari luft

Mótstøðuliðið fekk ikki lent í Føroyum. Tær skuldu spæla fyrra European Cup dystin í kvøld og tann seinna í morgin - nú er óvissa um, hvat hendir við dystunum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-26 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og SAS-flogfarið varð hangandi yvir flogvøllinum í Vágum eina løtu, so hongur evropiska uppgerðin millum H71-kvinnurnar og Fortes Venlo í leysari luft nú.

Hópurin við niðurlendska liðnum skuldi lenda í Føroyum í gjár, men túruruin úr Danmark varð útsett vegna veður.

Flogfarið fór úr Kastrup seint fyrrapartin, men eftir eina løtu væl omanfyri breytina í Vágum, noyddust flogskipararnir hjá SAS at ásanna, at tað var ov nógvur síðuvindur. Kósin varð síðani sett móti Bergen.

Les eisini: SAS-flogfarið vendi við

[object Object](Skíggjamynd: Flightradar24)

Flogferðslan í dag er nógv darvað av veðrinum, og spurningurin er so, hvussu verður við European Cup-dystunum.

Tann fyrri skuldi eftir ætlan spælast í Hoyvíkshøllini í kvøld, men tað verður hann so ikki.

Tann seinni dysturin millum H71 og Venlo stendur á skránni í annaðkvøld.

Vit frætta meira frá H71 um støðuna seinni í dag. Felagið hyggur í løtuni uppá støðuna saman við evropeisku hondbóltssamgonguni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder