Fótbóltur

Evropeiska ævintýrið hjá B36 kom at enda í Sofia

B36 stríddi seg inn í dystin aftur, eftir at heimaliðið kom á odda 2-0 fyri steðgin. Pingel skoraði málið fyri B36, men hóast liðið hjá Jákupi á Borg royndi at trýsta, so endaði tað 3-1.

Málskjúttin hjá B36 í nærdysti (Mynd: EPA)

Málskjúttin hjá B36 í nærdysti (Mynd: EPA)

2020-09-24 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hava roynt at vunnið eftir 90 minuttir, eftir 120 minuttir og eftir brotssparkskapping royndi B36 í kvøld at tapa í Europa League 2020/2021. Harvið er árstalsfelagið úti, men tað fall við æru og megnaði at vinna føroyskum fótbólti viðrismikil stig, sær sjálvum heiður og pening, og liðið hjá Jákup á Borg hevur skapt nakrar stórar upplivingar.

Sigrarnir móti St Joseph's, Levadia Tallinn og The New Saints góvu B36 atongd til 3. umfar. Hetta var fyrstu ferð í søgu felagins, at liðið er komið so langt, og B36 er fyrsta føroyska liðið, ið hevur spælt seg víðari tríggjar ferðir í einu ári. B36 royndi í kvøld at hótta - eitt beinleiðis fríspark frá Árna Frederiksberg sum málverjin bjargaði, var tað besta teir hvítkløddu komu til í 1. hálvleiki. CSKA Sofia hevði hinvegin nakrar góðar málmøguleikar, og kom á odda í 27. minutti. Tað gekk skjótt, bólturin kom yvirum til Ali Sowe, ið var púra fríur men sá rangstaddur út. Sowe skoraði til 1-0, og tíggju minuttir seinni varð 2-0.

[object Object]Mynd: EPA


Vandi var nú fyri, at tað kundi gerast eit skrædl. Men B36 mentist og svaraði aftur. Tá ein tími var leiktur fekk Árni Frederiksberg bóltin beint við miðlinjuna næstan heilt út til vinstru. 7' arin sendi ein frálíkan bólt í dýbdina, ið Sebastian Pingel jagtraði ímóti tveimum verjuleikarin. Danin skumpaði annan, fekk fatur á bóltinum og trekti hegnisliga framvið hinum. Ein ímóti einum við málverjanum var Pingel ísakaldur: 2-1 í Sofia og triðja málið hjá Sebastian Pingel í Europa League í ár.  

B36 jagstraði nú 2-2 málið, og løtan var góð. B36 hevði nøkur innkøst og hornaspørk men manglaði góðskuna og elikbannaða Sonna Ragnar at sikta eftir. Dysturin varð ikki avgjørdur fyrrenn í 83. minutti. Tá var leyst hjá B36, og innskifti Keita var kaldur.

[object Object]

[object Object]Myndir: EPA


Harvið endaði hetta evropeiska ævintýrið hjá B36 við einum góðum avrikið móti einum sterkum liði, ið vann uppiborið. Nú venda teir hjár árstalsfelagnum nøsini heim - mánadagin er stór uppgáva á skránni móti HB í Betrideildini.

Europa League 3. umfar
Stadion Balgarska Armia 24/9
CSKA Sofia - B36 3-1 (2-0)
27' Ali Sowe 1-0
38' Georgi Yomov 2-0
61' Sebastian Pingel 2-1
83' Jules Keita 3-1

B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen), Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen (Hannes Agnarsson), Michal Przybylski - Sebastian Pingel

Bonkur: Rói Mørk Hentze, Hannes Agnarsson, Brian Jacobsen, Andrass Johansen, Bjarni Petersen, Stefan Radosavljevic, Andreas Thomsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder