Fótbóltur

Dreymurin um Evropa er fánaður í Eysturkommunu

NSÍ vann stórsigur, KÍ vann greitt, og Víkingur fór sættu ferð á rað av vøllinum uttan at vinna.

Erlendur Magnusson skoraði fyri B36 í Sarpugerði, meðan Sølvi Vatnhamar

Erlendur Magnusson skoraði fyri B36 í Sarpugerði, meðan Sølvi Vatnhamar

2018-09-30 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stríðið um Evropa er so at siga av. Hetta er greitt eftir 24. umfar, ið varð leikt í dag. KÍ og NSÍ eru sera nær við at endaliga tryggja sær evrpeiskt pláss eftir sigrar í dag. Hjá KÍ er tað bert tað teoretiska, ið skal kom pláss, meðan NSÍ er sjey stig frammanfyri Víking. 

NSÍ vant burturúr 07 Vestur, ið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Eftir tríggar dystir uttan sigur vunnu runavíkingar heili 7-1. Alt var avgjørt áðrenn farið var um hálva tíman. Heimaliðið sprutlaði við Løkin, og bjóðar B36 og KÍ av um medaljuplássini.

Gongdin hjá KÍ hevur verið sera ring í seinastuni, men í dag bragdaði, tá kappingarneytin hjá 07 Vestur í botninum var á vitjan. Klaksvíkingar vóru skerdir, men komu á odda beinanvegin, og AB fekk ongantíð av álvara hótt sigurin hjá heimaliðnum, ið nú aftur er nummar tvey. 



Víkingur steðgaði sigursrøðini hjá B36, men tað kunnu teir úr Eysturkommunu ikki brúka til so nógv. Víkingur hevur framvegis ikki vunnið síðani 12. august á Skála. B36 kom á odda beinanvegin, men heimaliðið svaraði væl aftur. Tað endaði 1-1, og B36 dettur niður á 3.plássið og Víkingur nær allarhelst ikki evropeiskum plássið. Tað er ikki hent síðani 2010

Úrslitið hevur eisini við sær, at 07 Vestur framvegis er eitt stig frammanfyri AB, men orsakað av stórtapinum hava vágamenn nú verri málúrtøku.

24.umfar:

NSÍ - 07 Vestur (7-1)
Fróði Benjaminsen 1-0
Petur Knudsen 2-0
Jann Benjaminsen 3-0
Einar Tróndargjógv 4-0
Sonny Jakobsen 4-1 brotsspark
Einar Tróndargjógv 5-1
Klæmint A. Olsen 6-1
Pætur Turiðarsonur Skipanes 7-1

KÍ - AB (3-0)
Páll A. Klettskarð 1-0
Óli Eyðsteinsson Poulsen 2-0
Kristoffur Jakobsen 3-0

Víkingur - B36 (1-1)
Erlendur Magnusson 0-1
Hjalti Strømsten 1-1

Les eisini: HB á veg ímóti metinum

TB/FCS/Royn - Skála (2-1)
Ólavur Mikkelsen 0-1
Dánjal Godtfred 1-1
Stefan Radosavljevic 2-1

EBS/Streymur - HB (0-3)
John Frederiksen 0-1
Niklas Kruse 0-2
Ari Mohr Olsen 0-3

Støðan eftir 24 umfør
1. HB (64 stig)
2. KÍ (48 stig)
3. B36 (47 stig)
4. NSÍ (46 stig)
5. Víkingur (39 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (25 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. 07 Vestur (13 stig)
10. AB (12 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder