Fótbóltur

Evropeiskt lutakast verður týsdagin

KÍ er í Champions League, og Víkingur, HB og B36 skulu spæla í Conference League. Einaferð í morgin verður greitt, júst hvørjum fimm liðum hvat einstakt føroyskt lið kann møta.

Sølvi Vatnhamar og Víkingur stríddu seg víðari eina ferð í Conference League í ár. Tá spældu teir á Tórsvølli - í ár fer Víkingur at hava heimavøll í Klaksvík (Mynd: Bjarni Enghamar)

Sølvi Vatnhamar og Víkingur stríddu seg víðari eina ferð í Conference League í ár. Tá spældu teir á Tórsvølli - í ár fer Víkingur at hava heimavøll í Klaksvík (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-06-18 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summarið er her, og tað merkir, at evropeiskur fótbóltur er fyri framman. Talan er um spennandi uppgávur hjá fýra føroyskum liðnum.

Júst hvussu spennandi tað sær út, og hvørjum KÍ, Víkingur, HB og B36 kunnu spæla ímóti, fer UEFA at kunngera í morgin, mánadagin 19.juni. Hvørt lið verður koyrt í "ein bólk", har møguleiki er at møta eitt av fimm liðnum. 

Hetta býti verður ofta gjørt rímiliga landafrøðiligt - serliga í Champions League. Har metir Norðlýsið, útfrá møguleikunum higartil, at hjá KÍ fer tað at standa ímillum at møta eitt av hesum meistaraliðunum. Zalgiris Vilnius (Litava), HJK Helsinki (Finland), Flora Tallinn (Estland), Shamrock Rovers (Írland) ella The New Saints (Wales). 

Føroyameistararnir eru ikki styrkismettir, men móti onkrum av hesum liðunum burdi verið góðir møguleiki - kanska serliga móti The New Saints ella Zalgiris. Um KÍ verður sligið út úr fyrsta umfari, so skal liðið spæla víðari í Conference League.

[object Object]
Møguleikarnir áðrenn uppbýti í morgin (Mynd: Norðlýsið)

Í tí kappingini eru trý føroysk feløg í fyrsta umfari: Steypavinnararnir og silvurvinnararnir Víkingur og havnarfeløgini, ið endaðu á 3. og 4. plássi í fjør.

Orsakað av úrslitunum í evropeisku kappingunum seinastu fimm árini - HB er komið víðari og hevur verið í Champions League, og B36 hevur spælt seg víðari fleiri ferðir - eru HB og B36 styrkismett. Víkingur spældi seg víðari móti Evropa av Gibraltar í fjør, men er ikki styrkismett.

[object Object]
B36 og HB síggjast til vinstru - Víkingur til høgru. Styrkismett lið kunnu møta ikki-styrkismettum liðum (Mynd: bolt.fo) 

Dystirnir í fyrsta umfari í kappingunum verða spældir um miðjan juli. KÍ og nú eisini Víkingur fara at hava heimavøll við Djúpumýru. B36 og HB spæla á Ovara Vølli í Gundadali.

Lutakastini vera týsdagin 20. juni. Til Champions League er tað á middegi, og tað til Conference League er nakað seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder