Vónin var at endurtaka bragdið fyri 12 árum síðan, tá Føroyar vunnu 3-0 á Luksemborg í Luksemborg, men soleiðis skuldi ikki verða.
Fyrsta settið var eitt sindur løgið. Føroyar fingu fína byrjan og løgdu seg á odda 6-3, men taptu so næst níggju bóltarnar, so støðan gjørdist 6-12. Men knotur eru tó í teimum føroysku kvinnunum, og við átta stigum á rað fóru Føroyar framumaftur 14-12. Støðan gjørdist eisini 18-15 til okkara, men so kom stígur í, og við fimm stigum á rað fór Luksemborg framum 20-18 og megnaði at halda seg frammanfyri og vinna settið 25-21.
Í øðrum setti fór Luksemborg skjótt framum við fýra stigum og við seks á rað frá 10-8 skrædnaði rættiliga millum liðini, og Luksemborg legði seg á odda 16-8, áðrenn settið varð vunnið 25-17.
Tað sá einki serligt út, tá Luksemborg legði seg á odda 6-2 og 8-4 í triðja setti, men spenningur kom í aftur, tá Føroyar javnaðu til 10-10. Føroyar hingu í til 17-19, tá kinkur kom á, og við seks stigum á rað vann Luksemborg settið 25-17 og dystin 3-0.
Hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen toppskorari við 10 stigum. Johanna Bjørt Christiansdóttir fekk sjey, harav eitt var fyri serviess, og Henrikka Wang Jacobsen fekk seks.
Í dag kl. 17 spæla Føroyar ímóti Ungarn, sum er væl sterkari enn Føroyar og Luksemborg. Eisini tann dysturin verður í spældur í Luksemborg.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald