2019-06-10 14:50
Í gjár var avgerandi DM-finalan hjá monnum millum Aalborg og GOG í Gigantium, og leygardagin hittast Danmark og Føroyar til EM-undankappingardyst. Leygardagin var eisini stórt tiltak í stóru høllini. Talan var um Lykke Cup, ið var endin av Lykke Liga í ár. Ein rúgva av donskum liðum luttóku, og eitt føroyskt lið var eisini við.
Myndin omanfyri er tikin til endahátíðina, har øll fingu handa gull heiðursmerki og eitt úttøkubræv til verðins størsta landslið.
(Aftast á myndini er Marianna, sum hevur verið hjálparvenjari, og var við sum venjari til kappingina. Í aftasta raði eru Sólveig, Karla, Gutti og Frits.
Fremst eru Drós, Mia Jóhanna og Regin Christoffer)
Eydnudeildin boðar frá, at tey eru full av góðum upplivilsum, nógvum klemmum og high fives eftir túrin í Danmark. Nú fer Eydnudeildin í summarferiu, men tey boða frá sæð verður fram til seinast í august, har byrjað verður aftur, og har tey sjálvandi vóna, at nýggj børn koma við.
Tað er fyrrverandi hondbóltsleikarin Rikke Møller, ið stovnaði Lykke Liga í 2017. Í klippinum hjá TV2 Nord niðanfyri sæst innfrá frá tiltakinum, og har sæst millum annað tá føroyingarnir koma inn í høllina.
TV2: 600 til Lykke Cup

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald