Annað

Eyðstein Simonsen nummar trý í altjóða úrvalskapping í CrossFit

Farna vikuskifti luttók hann í einari av fremstu CrossFit-kappingunum í heiminum, “French Throwdown” í París.

2023-06-28 12:49 Author image
Innsent
placeholder

Farna vikuskifti luttók Eyðstein Simonsen í einari av fremstu CrossFit-kappingunum í heiminum, “French Throwdown” í París, har hann fekk eitt flott triðja pláss.

French Throwdown er ein altjóða CrossFit kapping við luttakarum úr øllum heiminum.

Eyðstein luttók í aldursbólkinum 45-49 ár, har einans 10 íðkarar sluppu við. Í vár gjørdist Eyðstein nummar 9 av yvir 100 luttakarum í innleiðandi umfarinum og vann sær tá luttøku í finaluni í París.

[object Object]

CrossFit hevur rættiliga tikið seg fram sum ítróttargrein um allan heim farnu árini. Eisini í Føroyum, har talið á íðkarum er skjótt vaksandi. Fleiri føroyskir íðkarar hava farnu árini roynt seg í altjóða kappingum.

Eyðstein hevur í seks ár havt ein skaða í fótinum, sum hevur darvað venjingini og forðað fyri luttøku í øllum kappingum. Tað, at kvalifisera seg til French Throwdown-finaluna, var sostatt ein sigur í sær sjálvum, men at tað skuldi røkka til eitt triðja pláss, er meira enn hann tordi at vóna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder