Fótbóltur

Eyðvør aftur best í september

Eyðvør Klakstein úr KÍ fór avstað við heiðurinum sum besti spælarin í september mánað – Næst eftir henni vóru liðfelagin Rebekka Benbakoura, og síðani Sunniva Willemoes úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-10-16 07:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Eyðvør Klakstein og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt framúr kappingarár. Tær hava ongan dyst tapt í landskappingini, og fyrradagin kundu tær endiliga lyfta FM steypið upp um høvd.

Fyri Eyðvør persónliga, man kappingarárið 2023 eisini metast sum eitt sera gott ár. Hon vann heiti sum “Spælarin henda mánaðin” bæði í juni/juli og í august, og nú tá ið atkvøðurnar fyri september mánað blivu taldar saman, var tað aftur Eyðvør, sum fór avstað við heitinum. Eyðvør gjørdist í september rættiliga sannførandi vinnari. Næst eftir henni vóru liðfelagin Rebekka Benbakoura, og síðani Sunniva Willemoes úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Í samband við heiðurin, varð Eyðvør til dystin hjá KÍ fyrradagin heiðrað við einari glasstandmynd, sum Betri hevur latið, umframt einum gávubrævi á 1000 kr frá matstovuni HAPS.

Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin.

At Eyðvør og liðfelagarnir úr KÍ hava skúgvað alla mótsøðu til viks í landskappingini í ár, sást aftur leygardagin, tá ið KÍ vann 2-0 móti HB á Tórsvølli. Aftur hesaferð kom Eyðvør á máltalvuna, tá ið hon eftir 20 minuttum legði KÍ á odda 1-0. Hetta var 25. málið í 29 dystum hjá Eyðvør í 2023. Hitt málið skoraði Rebekka Benbakoura.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder