- Ja, hvat skal man siga…? Hetta er ringt at seta orð á. Eg haldi at genturnar tóku øll á bóli við hesum fantastiska avrikinum. Vit vónaðu at fáa eitt gott úrslit, og trúðu sjálvandi upp á møguleikan. Men hetta bleiv næstan eitt sindur meir, enn vit veruliga tordu at trúgva upp á.
Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF. Hetta í samband við, at liðið ið ikki gjørdi mætari enn at vinna bólkin í EM-undankappingini, sum farnu vikuna hevur verið í Føroyum.
Føroyar vunnu bólkin, har Georgia, Lettland og Rumenia vóru við. Fyrsti dysturin móti Lettlandi endaði við tapi, men síðani vann føroyska liðið 2-0 á Georgia og 3-1 á Rumenia, ið áðrenn kappingina var mett sum sterkasta landið í bólkinum.
Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir fegnast um fyrsta málið móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum HER
Sí eisini: Føroyar vunnu flottan sigur á Rumenia
Rumenia spældi í fjør í A-bólkinum, har EM-pláss eru uppá spæl, og tað skulu Føroyar í vetur. Hetta tí at føroyska liðið vísti styrki og var best innanhýsis
– Eg haldi at okkara gentur lyftu seg upp á eitt hægri stig sum kappingin leið, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. At spæla á heimavølli og fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum var eisini heilt fantastiskt, so ein stór tøkk til tey, og til fyriskipararnar av kappingini, sum eydnaðist sera væl, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald