FSF: Kvinnurnar løgdu til brots aftur eftir summarsteðgin í gjár, og í Klaksvík tók oddaliðið KÍ ímóti HB, sum er á triðja plássi. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í juni/juli. Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var breið semja um, at Eyðvør skaraði framúr fyri summarsteðgin.

Í hesum sambandi handaði mamma Eyðvør, Bára Skaale Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS á 1000kr umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ kvinnurnar fram í sama stíli sum fyri summarsteðgin við 2-0 sigri, og Eyðvør gjørdi ikki mætari enn at skora málið til 2-0. Fyrra málið í dystinum skoraði Tóra Mohr.