Fótbóltur

Eyðvør Jakobsen heldur fram hjá HB-kvinnum

Hon tók við venjarastarvinum í juni tá Allan Dybczak legði frá sær.

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2026-07-24 08:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyðvør Jacobsen heldur fram at venja HB-kvinnur til kappingarárið er liðugt. Hesum boðar HB frá.

Hon tók við venjarastarvinum í juni, tá Allan Dybczak legði frá, sær og HB-kvinnurnar brádliga stóðu uttan venjara. Upprunaliga skuldi hon bara hjálpa til í ein mánað fram til summarsteðgin.

Men nú skal hon venja oddaliðið árið út.

– Eg haldi, at hetta er ein spennandi uppgáva. Tað hevur gingið væl í fyrru hálvu, og hóast vit hava mist nakrar góðar leikarar í steðginum, er hetta ein spennandi hópur, sigur Eyðvør Jacobsen við heimasíðuna hjá HB.

Nú summarsteðgur er, liggja HB-kvinnurnar á fyrsta plássi í ovara bólkinum – trý stig frammanfyri KÍ á øðrum plássi og 10 stig frammanfyri Víking á triðja plássi. Landskappingin byrjar aftur 9. august, tá HB møtir Víkingi á heimavølli.

Í steypakappingini skulu tær spæla fyrru hálvfinalu móti 07 Vestur síðst í august, og seinnu hálvfinalu í september. Spæla tær seg víðari, møta tær KÍ ella Víkingi í finaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder