Fótbóltur

Eyðvør um Heidi: - Eg var bangin fyri henni í byrjanini

Eg skal ikki lúgva...hon rópti nógv, so eg gav henni bara bóltin aftur staðfestir Eyðvør Klakstein flennandi. Heidi Sevdal hevur nú spælt 100 A-landsdystir: Hon er altíð klár - eisini at hjálpa hinum heldur langtíðarliðfelagin á landsliðnum. Sí video.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-15 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, týsdagin 14. apríl spældi føroyska A landsliðið við kvinnum HM undankappingardyst ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Sum so mangan, var Heidi Sevdal á vøllinum frá byrjan – hesaferð fyri hundrandu ferð

Heidi eftir landsdyst nummar 100: Nakað man kann vera errin av

Í 20 ár hevur Heidi Sevdal umboðað Føroyar á A-la Kvinnan við nummar 6 á bakinum, spældi sín fyrsta altjóða skrásetta dyst ímóti Wales í september 2006 og síðan tað, er tað blivið til 100 dystir í hvítum og bláum. Sostatt er Heidi tann fyrsti føroyski spælarin at náa einum trýsiffraðum dystartali.

Í hesum hundrað dystum hevur kviki áleyparin skotið 31 mál og er tí eisini tann føroyski leikarin, sum hevur skotið flest A landsliðsmál. Í heimligu kappingini hevur Heidi Sevdal spælt 336 dystir í MeistariDeildini og 50 í Steypakappingini, tilsamans hevur málslúkurin sett bóltin í netið 471 ferðir. Eisini kann nevnast at runavíkingurin heili 9 ferðir er vald til ársins leikara í bestu føroysku deildini.

Eyðvør Klakstein hevur spælt 63 A landsdystir, og í 14 ár hevur hon spælt saman við Heidi á landsliðnum.

Hoyr hvat Eyðvør hevur at siga um langtíðarliðfelagan á landsliðnum ovast ella á Youtube-rásini hjá FSF-Varpinum 

Kelda: FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder