Fótbóltur

Eyguni vend móti Runavík

Næstseinasta umfar í Betri deildini hjá monnum verður leikt seinnapartin og í kvøld. Stóri dysturin er grannauppgerðin millum NSÍ og B68. Vinna runavíkingar ikki, flyta teir niður í næstbestu deildina.

Vinna runavíkingar ikki í dag, fara Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir at spæla leygardagsfótbólt næsta kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vinna runavíkingar ikki í dag, fara Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir at spæla leygardagsfótbólt næsta kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-16 13:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað mundu ikki vera nógv, sum undan hesum kappingarárinum høvdu spátt, at tað í næstseinasta umfari fór at vera ein so avgerandi grannauppgerð millum NSÍ og B68, sum í dag. Og als ikki, at tað var B68, sum fór at hava fyrimunin við at kunna klára seg við javnleiki.

Tí er spenningurin í Runavíkar-økinum og á Toftum øgiligur í dag. Við einum sigri livir vónin hjá runavíkingum at yvirliva í bestu deildini og framvegis spæla sunnudagsfótbólt. Verður tað javnt ella tapir NSÍ, so er niðurflytingin beiski veruleikin, og toftamenn hava tryggjað sær eitt ár afturat í deildini.

NSÍ og B68 hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum fyrr í ár, og hava vunnið hvør sín dyst. Toftamenn vunnu fyrra dystin við Løkin 2-0. Tann seinna vann NSÍ 1-0, og nú skal slagið aftur standa.

Dysturin byrjar klokkan 15, og væntandi verður fult við gulum og reyðum áskoðarum í skýlinum og kring vøllin.

Støðan hjá AB og 07 Vestur er góð. Liðini skulu hava eitt stig í seinastu dystunum, so er pássið í fyrstu deildini tryggjað, óansæð hvussu víkir og vendir í Runavík.

Argjamenn taka ímóti Víkingi á Argju, og vágamenn eru á vitjan hjá niðurflytarunum Skála.

Í Gundadali er grannauppgerð millum B36 og HB, men hon er lítið spennandi. B36 kann tryggja evropeiska luttøku við sigri og at EB/Streymur missur stig móti KÍ.

26. umfar

B36 - HB (Sunnudag 15:00)
NSÍ - B68 (Sunnudag 15:00)
AB - Víkingur (Sunnudag 15:00)
EB/Streymur - KÍ (Sunnudag 16:00)
Skála - 07 Vestur (Sunnudag 18:00)

Betri deildin menn

1. KÍ 71 stig (FM)
2. Víkingur 54 stig
3. HB 49 stig
4. B36 38 stig
5. EB/Streymur 35 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. AB 27 stig
8. B68 24 stig
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder