Órógv hevur tikið seg upp í Ítróttasambandi Føroya nú tað er komið fram, at Hondbóltssambandið væntandi fer at eyka fígging, tá ein eykajáttanarlóg verður løgd fyri tingið.
KVF sigur, at tað ljóðar at talan er um eina eykajáttan á 1,8 mió. kr.
Flogbóltssambandið hevur borið fram, at tað ikki kann góðtakast, at sersambond fara útum vanligu mannagongdirnar fyri at fáa fígging. Tað er ÍSF, sum eigur at taka sær av hesum.
Flogbóltssambandið hevur sent skriv til starvsnevdina hjá ÍSF um ónøgdina. Málið verður umrøtt á fundi hjá umboðstinginum seinni í dag. Umboðstingið er mannað av formonnunum í sersambondnunum.
Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, vildi ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni, tá KVF spurdi hann um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald