Fótbóltur

Eykamálverjin ætlar at leggja trýst á

Bjarti Vitalis Mørk tekur dyst upp við Teit Gestsson í HB-málinum. Hann hevur longt sáttmálan við felagið.

Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-17 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

21-ára gamli málverjin Bjarti Vitalis Mørk hevur longt sáttmálan við HB, so hann nú er galdandi til og við 2023

Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan málmann. Hann nærkast 100 dystum í 1. deild, og hevur spælt 14 dystir í Betri deildini. Harumframt hevur hann umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U21, har hann higartil er skrásettur fyri 20 landsdystir. Og stendur tað til hann, verða tað fleiri dystir í Betri deildini í framtíðini, sigur hann við HB heimasíðuna.

– Eg havi vant við besta liðnum síðani eg var 14-ára gamal. So tað hevur verið ein lang prosess. Sum ungur málmaður er man við fyri at læra, og eg eri so heppin at hava havt ein fantastiskan lærumeistara í Teiti, og fleiri dugnaligum málmansvenjarum, sigur hann við hb.fo.

– Eg føli, at munurin millum okkum er minkaður, og kappingin millum okkum báðar hevur ongantíð verið harðari, enn hon er nú. Eg fari til hvørja venjing við tí fyri eyga at gerast betri, og at leggja trýst á Teit, sigur Bjarti Vitalis Mørk.

HB spælir seinasta dyst í ár móti NSÍ leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder