Hondbóltur

Video: Eysturríki fingið íblástur frá býtúri við føroyska landsliðnum

"I Surrender" er nú eisini blivin felagssangur hjá eysturríkska landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-17 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er rættiliga "hoyvíkskt" og síðani eisini nakað teir hava fyri á føroyska landsliðnum. Men nú er siðvenjnan at syngja "I Surrender" hjá Saybia eisini komið á eysturríkska landsliðið.

Danska TV2 skrivar í dag um videobrot, sum eysturríkska hondbóltssambandið hevur lagt út, har EM-hópurin syngur danska hittið frá 2004. Orsøkin er føroyska landsliðið.

Tobias Wagner á eysturríksksa landsliðnum greiðir frá, at seinastu EM-undankappingardysturin móti Føroyum varð leiktur í Eysturríki, fóru báðir hóparnir á barr at drekka ein einkultan ella báðar tveir. Brádliga vendu føroysku leikararnir sær til plátuvendaran og vildu hava "I surrender" frá.

- So stóðu 35 fýrar har og sungu handan sangin. Frá tí tóku vit hann til okkumm, og eg havi longu skrivað saman við nøkrum av føroyingunum. Tað er eitt vinarband millum Føroyar og Eysturríki, sigur Tobias Wagner.

Eysturríki tryggjaði sær við javnleiki móti Spania pláss í millumumfarinum, og spæla fyrsta dystin móti Ungarn í morgin seinnapart.

[object Object]Føroyskir áskoðarar til upphitingina í Berlin leygardagin trivu eisini í Saybia-hittið (Mynd: Sverri Egholm)

Til føroysku upphitingina í Berlin var "I Surrender" eisini partur av spælilistanum. Sí video sum Rúni Djurhuus hevur tikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder