Í 1881 varð Watford F.C stovnað. 102 ár seinni fekk liðið silvurheiðursmerki í "Football League", ið er núverandi Premier League. Hetta er størsta avrikið í søgu felagsins; størsta steypið í søguni er tað fyri at vinna triðbestu deildina í 1969 og 1998. Í 1984 kom Watford í finaluna, men liðið við Graham Taylor á odda og við m.a. John Barnes í byrjunaruppstillingini tapti 2-0 fyri Everton. Í dag er so møguleikin har hjá Watford at fáa søguríka steypið, men liðið er væl og virðiliga undirtippað.
Liðið hjá Guardiola vann fyrst Community Shield, síðani League Cup, síðani Premier League og nú stendur bert FA Cup eftir av steypunum í Onglandi. Community Shield veðrur ikki altíð talt heilt uppí, men tað er íhvussu er ein Treble uppá spæl, og hetta hevur einki lið megnað fyrr. City vann FA Cup í 2011, men hevur ikki vunnið tað undir Guardiola.
Styrkin hjá City burdi verið munurin í dag. Watford spældi seg í finaluni eftir frálíkt comeback á Wolves í hálvfinaluni og fer at gera alt fyri at skriva søgu í dag, men Manchester City vil heilt sikkurt enda árið væl og lyfta enn eitt steyp. Í 2013 eyndaðist hjá Wigan, ið flutti niður tað árið og sum ikki er komið heilt fyri seg, at vinna á favorittunum úr Manchester á Wembley, men hetta er eitt heilt annað City- lið.
Finalan í heimsins elstu steypakapping veðrur bríkslað í gongd á Wembley klokkan 17.00
Fótbóltur
FA Cup: Manchester City og Watford stríðast um søguligt steyp
City kann vinna fyrstu ensku "The Treble", og Watford kann tryggja sær sítt størsta steyp í søgu felagsins.
Mynd: EPA
2019-05-18 13:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald