Fótbóltur

FA Cup: Nú eru tey stóru við

Tottenham er fyrsta topp seks liðið, sum skal í eldin.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-04 16:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Triðja umfar í stóru ensku steypakappingin, FA Cup, verður hetta vikuskiftið. Tað áhugaverda við júst triðju rundu er, at nú eru øll liðini við í kappingini, t.v.s. at “topp seks” liðini í Premier League eru við fyri fyrstu ferð.

Fyrsta av hesum liðunum, sum skal á vøllin, er Tottenham. Dysturin millum Tranmere Rovers og Tottenham á heimavøllinum hjá Tranmere, er fyrsti dysturin í hesum umfarinum og einasti dysturin, sum verður spældur í kvøld. Tottenham er at meta sum stórfavorittur móti Tranmere Rovers, sum dagliga spæla í fjórðu bestu deildini í Onglandi.

Heili 22 dystir verða spældir í morgin, tá millum annað Manchester United fær vitjan av Reading, Chelsea fær vitjan av Nottingham Forest og Arsenal fer á vitjan hjá Blackpool. Sunnudagin verða átta dystir spældir, har millum annað Manchester City fáa vitjan av Rotherdam United. Mánakvøldið er einans tann eini dysturin. Tað er Wolverhampton Wanderes, sum tekur ímóti Liverpool.

Dysturin í kvøld millum Tranmere Rovers og Tottenham byrjar klokkan 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder