Fótbóltur

FA Cup: United víðari uttan at skína

Solskjær hevur framvegis bert vunnið sum høvuðsvenjari hjá United. Stórfelagið greiddi í dag sína skyldu móti Reading.

2019-01-05 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein rúgva av steypadystum verða leiktir í Onglandi hetta vikuskifti, nú 3.umfar av FA Cup er á skránni. Í gjárkvøldið vann Tottenham heili 7-0 á Tranmere Rovers. Í dag skulu 22 dystir spælast.

Les eisini: Tottenham vann risasigur 

Sjey dystir eru longu avgreiddir í dag. Mancehster United tók ímóti Reading. Tað var ikki beinleiðis sannførandi hjá United móti formveika liðnum úr næstbestu deildini, men tvey mál í 1. hálvleiki, eitt frá Mata uppá brotsspark og eitt frá Lukaku, vóru nóg mikið til at geva Solskjær fimta sigur av fimm møguligum í sessinum. Hetta hevur eingin gjørt í felagnum síðani Sir Matt Busby. 

Umframt United eru Burnley og West Ham úr Premier League eisini víðari eftir sigrar á liðum úr The Championship. Í einastu reinu Premier League-uppgerðini basti Brighton formveika Bournemouth í slagnum um Suðurongland. Fýra lið skulu í umdyst:

FA Cup 3. Umfar:
Bournemouth – Brighton 1-3 (0-2)
Burnley – Barnsley 1-0 (0-0)
Manchester United – Reading 2-0 (2-0)
Sheffield Wednesday - Luton 0-0
Shrewsbury – Stoke 1-1 (1-0)
West Bromwich – Wigan  1-0 (1-0)
West Ham – Birmingham 2-0 (1-0)

Kl.15.00 verða hesir tíggju dystirnir:
Accrington – Ipswich
Aston Villa – Swansea
Bolton – Walsall
Brentford – Oxford
Chelsea – Nottingham
Derby – Southampton
Everton – Lincoln
Fleetwood – Wimbledon
Gillingham – Cardiff
Middlesbrough – Peterborough

Í kvøld skal millum annað Arsenal í eldin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder