Fótbóltur

FA Cup: Wolverhampton tekur ímóti Liverpool

Í kvøld er seinasti dysturin í hesum umfarinum.

2019-01-07 15:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú restar bert tann eini dysturin í triðja umfari í sótur ensku steypakappingini, FA Cup. Tann dysturin verður spældur í kvøld, tá Wolverhampton Wanderers fær vitjan av Liverpool.

Wolves hava tikið øll á bóli sum uppflytari í Premier League. Felagið hevur staðið seg ómetaliga væl og uppflytararnir liggja í løtuni á 9. plássi í Premier League. Hóast Liverpool vann 2-0 á útivølli móti Wolves fyri stuttari tíð síðani, so kann oddaliðið í Premier League ikki vænta sær nakran lættan dyst móti uppflytarunum.

Liverpool fer væntandi at hvíla nakrar av lyklaleikarunum, meðan Wolves helst sær kappingina sum ein góðan møguleika at koma so tætt uppá heiðursmerki sum gjørligt.

Dysturin verður spældur klokkan 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder