2023-04-20 07:44
Hugnaligt familjutiltak við ponyríðing og hoppiborgum verður í Tølthøllini leygardagin 22. apríl frá kl. 13 til 17. Innkomni peningurin fer til føroyska ungdómslandsliðið í gongulagskappingum.
Fyri at stuðla ungdóminum, sum fer uttanlands at kappast í HM í gongulagskappingum í summar, verður skipað fyri hugnaligum tiltaki fyri øll í Havnardali leygardagin.
Tølthøllin verður karmur um tiltakið, har hoppiborgir verða settar upp – eins og ein hópur av rossum standa klár at bera børnini ein rundtúr í høllini. Harumframt verður høvi at njóta ein góðan drekkamunn inni í kaffistovuni, har te, kaffi, sunkist, køkur og ísur fæst til keyps.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald