Skjótt fer fótbólturin av álvara á rull. Fyrsti veruliga skrásetti dysturin millum tvey føroysk feløg verður stórsteypadysturin millum KÍ og HB - í morgin, leygardagin 28. februar, klokkan 17.
FM1 fer at siga frá hesum dystinum, og hann verður eitt sindur umrøddur í dagsins útgávu av Fótbóltsskýlinum.
Fótbóltsskýlið fær vitjan av Martini Jensen sum hevur stovna fantasilið appina. Har kunnu føroyingar, eins og til kappingar uttanlands, seta sítt lið, og so fáa brúkarar stig eftir avrikum hjá spælarum í veruleikanum.
Hugt verður eftir ymiskum leikarum íMmeistaradeildini og hvørjar broytingar eru framdar í spælinum til kappingarárið 2026.
Eisini verður vinnarin í 2025, Ninni Hansen, við í fótbóltsskýlinum. Kanska hon fær fortalt nakrar fintur, ið kunnu nýtast.
Lurtið eftir fótbóltsskýlinum kl. 17.15 hvønn fríggjadag á FM1
Hoyr sendingina frá seinast her: - Hetta kann klippast úr um eg giti skeivt - vit eru beinleiðis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald