Fótbóltur

Fantastiskt at vera tøkur aftur

Eftir at hava sitið uttanfyri við skaða, er Jóannes Bjartalíð umsíðir tøkur aftur til A-landsliðið, sum í næstum skal møta Kekkia og Albania á Tórsvølli.

Jóannes Bjartalíð, sum verður 27 ár í næsta mánað, er skrásettur fyri 23 dystir og tvey mál fyri Føroyar (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Jóannes Bjartalíð, sum verður 27 ár í næsta mánað, er skrásettur fyri 23 dystir og tvey mál fyri Føroyar (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2023-06-11 23:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Eg havi longst eftir landsliðnum. So tað er ein fantastisk kensla, sum eg nú hava, og eg gleði meg heilt ótrúliga nógv til at møta mínum landsliðsliðfeløgum aftur.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð, sum ikki hevur verið tøkur til A-landsliðið síðani oktober í fjør, tá hann fekk ein lítlan skaða í fótin, og so aftur fyrr í ár, tá ein vøddaskaði gjørdi um seg.

Eftir at hava spælt við barndómsfelagnum í Klaksvík øll síni fótbóltsár, hevur Jóannes Bjartalíð nú funnið sær annan heimavøll. Fryntligi klaksvíkingurin, við mestsum kroniska skálkasmílinum, spælir í dag fyri norska 1. deildarfelagið Fredrikstad, sum av álvara blandar seg upp í uppflytingarstríðið í næstbestu deildini í Noregi.

– Umstøðurnar og alt rundan um liðið eru fantastiskar. Felagið verður rikið sum eitt Eliteseriufelag, og málsetningurin er heilt greiður, og tað er, at vit ætla okkum at flyta upp. So vónandi kann eg kalla meg Eliteseriuspælara næsta ár, sigur Jóannes Bjartalíð.

Tað eru nú liðin fýra ár síðani, at Jóannes Bjartalíð fekk sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, og samlaða talið er nú komið upp á 23 dystir og 2 mál fyri føroyska landsliðið. Men stendur tað til Jóannes, so skulu fleiri dystir á kontuna, og helst okkurt mál eisini.

– Eg elski at spæla á landsliðnum, og fyri meg er tað meir ella minni ein nýggjur dreingjadreymur hvørja ferð, eg sleppi á vøllin fyri Føroyar. Nú eita mótstøðuliðini Kekkia og Albania, og tað verður ein stór avbjóðing. Men vit hava eitt gott lið, og á heimavølli kunnu vit arga øll – tað hava vit prógvað. So eingin ivi skal vera um, at vit ætla okkum stig, og helst seks stig tilsamans hesaferð, sigur Jóannes Bjartalíð, sum innilga vónar, at Tórsvøllur so nær við sum tilber verður fullsettur til komandi dystir.

– Áskoðararnir hava ótrúliga nógv at siga. Ja, eg trúgvi at teir eru nógv viktigari, enn vit veruliga gera okkum far um. So vónandi koma nógv á Tórsvølli aftur hesaferð. Mín partur skal so avgjørt ikki liggja eftir, sigur Jóannes Bjartalíð at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder