Fyrsti dagur av EM-endaspælinum í manshondbólti er av. Tveir dystir vórðu leiktir í Trondheim í Noreg og tveir í Graz í Eysturríki. Svøríki er tann triðja vertstjóðin, og í morgin verða dystir leiktir í Scandinavium í Göteborg.
Hetta er fyrstu ferð, at 24 lond eru við í einum EM-endaspæli. Helmingin kemur víðari til millumumfarið. Tey eru deild í seks bólkar, og í mun til undanfarnar kappingar koma tvey lið víðari og ikki trý. Harvið krevst tað meira at koma víðari, og hjá favorittunum snúði tað seg um at koma væl frá byrjan í dag.
Tríggir risafavorittar vóru í kvøld. Hvítarussland var eisini favorittur móti Serbia, tó ikki so stórur sum hinir tríggir. Hvítarussland hevði leiðsluna so at siga allan dystin, og trekti frá nakað inn í 2. hálvleik so at talan gjørdist um ein tryggan sigur - hetta hóast liðið fekk heili níggju útvísingar. Artsem Karalek var stóri leikarin við níggju málum.
Í hinum dystinum í bólki A var talan um Balkan-uppgerð. Tað er ikki langt frá Kroatia til Eysturríkis, og nógvir larmandi kroatiskir áskoðarar settu sín dám á. Á vøllinum stríddist Montenegro, ið vóru í bólki við Føroyum í undankappingini, væl og vóru á odda í steðginum. Í 2. hálvleiki var tó stórur munur, og Luka Cindric og hinir greiddu sína skyldu.
![]()
Luka Cindric skeyt sjey mál og átti sín stóra part í kroatiska sigrinum á Montenegro, ið Føroyar spældu javnleik ímóti á heysti í 2018 (Mynd: EPA)
Í bólki C vóru tað tvær stórar tjóðir og hondbóltstjóðir, ið stóðu yvirfyri londum ið vóru í einum EM-endaspæli á fyrsta sinni. Holland argaði grannarnar Týskland við at leggja seg á odda 2-0, og við at koma heilt tætt aftur hóast týskarar miðskeiðis í 1. hálvleiki vóru á odda við seks málum. Tá tað var 10-5 fekk týska stjørnan, vinstri vongurin Uwe Gensheimer, beinleiðis reytt kort, tá hann rakti málverjan í høvdið við brotskast. Eina løtu inn í 2. hálvleiki glapp ordiliga hjá týskarunum, men Holland var eitt frískt íkast, og serliga bakspælarin Kay Smits sum spælir fyri Team Tvis Holstebro. ![]()
Kviki hálendingurin, Kay Smith, gav týsku verjuni høvuðbrýggj (Mynd: EPA)
Í 2015 tapti Lettland finaluna í Emerging Nations Championship, ið er kapping fyri lið, ið ikki eru við í undankappingum. Tá vóru Føroyar omaná. Síðani hava bæði landsliðini ment seg, og Lettland er longu komið til sítt fyrsta endaspæl. Søguligi dysturin var ímóti Spania, ið verjir evropameistaraheitið frá 2018. Lettland var á odda 3-0 og 4-1, og tað gekk ein løta til Spania fekk yvirtakið.![]()
Tað krevur eitt sindur at handfara vinstra bakkin hjá Lettlandi, ið skoraði sjey mál í kvøld (Mynd: EPA)
2,15 metrar høgi Dainis Kristopans var ikki lættur hjá spaniólum at hava við at gera. Tá hann einaferð bukkaði seg niður, fekk hann eina hond í andlitið, og hetta var seinna beinleiðis reyða kortið hjá Spania í kvøld. Hitt var fyri líknandi brot. Lettland kom á -2 men ikki nærri enn tað í 2. hálvleik - ov nógv mistøk vórðu framd fyri at halda spenninginum í dystinum.
Bólkur A:
Hvítarussland - Serbia 35-30 (16-15)
Kroatia - Montenegro 27-21 (12-13)
Bólkur C:
Týskland - Holland 34-23 (15-13)
Spania - Lettland 33-22 (14-11)
Í morgin:
Bólkur B:
17.15: Kekkia - Eysturríki
19.30: Norður Makedónia - Ukraina
Bólkur D:
17.15: Frakland - Portugal
19.30: Noreg - Bosnia & Hersegovina
Bólkur F:
17.15 Slovenia - Pólland
19.30: Svøríki - Sveis
Leygardagin:
Bólkur C:
17.15: Danmark - Ísland
19.30: Russland - Ungarnd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald