Annað

Favorittarnir kunnu skapa eitt brak

Brasilia og Belgia kunnu hittast í fjórðingafinalunum, um bæði sum væntað vinna í dag.

Marcelo er tøkur aftur. Hann, Neymar og hinir á brasilanska liðnum kunnu fáa eina trupla uppgávu ímóti Meksiko í dag
(Mynd: EPA)

Marcelo er tøkur aftur. Hann, Neymar og hinir á brasilanska liðnum kunnu fáa eina trupla uppgávu ímóti Meksiko í dag (Mynd: EPA)

2018-07-02 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er helmingurin av kvartfinalunum farin afturum. Í gjár var neyðugt við brotsspørkum fyri at avgera báðar áttandapartsfinalurnar. Vertslandið megnaði yvirraskandi at koppa Spania, og Danmark reyk út eftir eitt gott avrik ímóti Kroatia.

Um tað fer allan vegin til brotsspørk í báðum dystunum aftur í dag er rættliga ivasamt. Talan er nemliga um tveir teir størstu favorittarnir í áttandapartsfinaluni, ið skulu í eldin í dag. Tað verður ímóti einastu liðunum, ið eru eftir í kappingini, sum ikki eru frá Evropa ella Suðuramerika.

Neymar og hinar brasiliansku stjørnurnar komu viðari úr bólkaspælinum sum nummar eitt uttan at bergtaka. Í dag skal Meksiko skúgvast til viks. Fótbóltskáta landið fekk eina frálika byrjan uppá HM við at vinna á Týsklandi, men 3-0 ósigurin fyri Svøríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum, setur nøkur spurnartekin við meksikanska liðið.

Belgia vann sín bólk frammanfyri Onglandi. Fult stigatal til Roberto Martinez og co, ið nú hava eina, á pappírinum, góða áttandapartsfinalu. Mótstøðuliðið hjá outsidaranum til HM-heitið er Japan. Asiatiska liðið snikti seg víðari orsakað av Fair Play-regluni. Japan hevði tvey færri gul kort enn Senegal, ið hevði eins nógv stig og lika málmun. Í kvøld hava japanarar eina sera tunga uppgavu ímóti Hazard, Lukaku, De Bruyne og hinum.

Tað bendir nógv á, at Brasilia og Belgia vinna í dag, so at hesi liðini koma at bresta saman í 1/4-finlunum. Men nógv kann henda í fótbólti; tað hava vit sæð farnu dagarnar og vikurnar í Russlandi.

Meting: Brasilia og Belgia eru helst ov sterk til Meksiko og Japan. Men tað er ymiskt sum bendir á, at Mekskio fer at veita Brasilia dygga mótstøðu og at hesin dysturin kann verða avgjørdir við einum málið; møguliga eftir longda leiktíð og kanska brotssparkskapping. Belgia - Japan kann gerast fyrsta áttandapartsfinalan, ið verður vunnin við meira enn einum málið.

15.00: Brasilia - Meksiko (KVF og DR 1) Staður: Samara Tipping: Brasilia eftir longda leiktíð ella brotsspørk

19.00: Belgia - Japan (KVF og TV 2) Staður: Rostov; Tipping: 3-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder