Tað eru tríggjar vikur til stóra dagin, tá Super Bowl nummar 57 í røðini verður spæld. Áðrenn januar er av verður greitt, hvørji tvey lið skulu stríðast um Lombardi-steypið í Arizona.
Hetta vikuskifti er "Divisional Round" á skránni. Hetta svarar til kvartfinalurnar, og komu hægst styrkismett liðini úr AFC og NFC inn í endaspælið í gjár. Orsakað av góðu úrslitunum í endaspælinum høvdu Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles heimavøll og vóru á pappírinum rímiliga greiðir favorittar. Bæði livdu eisini upp til hetta, men hjá Chiefs var tað ikki uttan ávísar trupulleikar á vegum.
Heimaliðið byrjaði eisini væl á fullsetta Arrowhead-leikvøllinum, ið áður hevur sett heimsmet fyri larm, og Jaguars tyktiskt at hava trupulleikar at fylgja við, hóast tað eydnaðist at javna. Men so hendi tað sum ikki mátti henda hjá Chiefs. Eftir at Patrick Mahomes hevði kasta bóltin, datt ein Jaguars-verjuleikari niður á økilin hjá honum. Stjørnu-quarterbakkurin hevði týðiliga nógva pínu. Hann vildi halda fram og royndi eina løtu, men var úti so at siga allan fjórðingin, har hann var og tók røntegenmyndir og annars stóð á síðulinjuni.
Mahomes spældi tó allan seinna hálvleik, men var týðiliga avmarkaður í sínum rørslum. Avloysari hansara, Chad Henne, hevði leitt Cheifs til stig áðrenn hálvleiks, og í seinna hálvleiki syrgdi Mahomes fyri einum touchdown-kasti afturat. Hetta var nóg mikið, tí hóast ungi Trevor Lawrence og Jacksonville Jaguars fluttu bóltin væl í seinasta fjórðingini, so kostaðu tvey dýr mistøk: Eitt fumble tætt við máløkið og ein interception. Chiefs-verjan gjørdi harvið sítt arbeiði væl, Travis Kelce var stóri spælarin í álopinum við tveimum touchdowns, og hann loftaði fleiri bóltum (14) enn nakað tight-end hevur gjørt fyrr í einum endaspælsdysti.
Munurin var eitt touchdown samanlagt, og Kansas City Chiefs er fimta árið á rað í AFC Championship (aðrari hálvfinaluni) Um mótstøðuliðið verður Buffalo Bills ella Cincinatti Bengals verður greitt áðrenn midnátt í kvøld. Og støðan hjá Patrick Mahomes: Røntgenmyndirnar í gjár vístu, at einki brot var, og hann hevur verið í skannara í dag. Tað bendir á, at talan er um ógvusliga bekling.
Jalen Hurts (nr.1) spældi ógvuliga væl, og fann millum annað Devonta Smith (nr. 6) nakrar ferðir - Miles Sanders (nr. 26) rann eisini væl (Mynd: EPA)
Í Philadelphia var ongur slingur í valsinum. Eftir eina fríviku, har økslin hjá Jalen Hurts fekk hvílt, blásti álopið hjá Eagles verjuna hjá New York Giants umkoll, og verjan hjá heimaliðnum var eisini ógvuliga stinn. Ørnirnar skoraðu fýra touchdowns og vísti flott spæl í fyrra hálvleiki - Giants fekk einki stig - og Eagles var omaná á øllum økjum.
Tað kókaði á Lincoln Financiel Field í nátt, og Philadelphia Eagles fekk sín triðja sigur á Giants heim. Hesin gevur atgongd til aðru NFC-finaluna uppá fimm ár hjá Eagles, og verður hon á heimavølli móti Cowboys ella San Francisco 49'ers um eina viku. Giants fekk eitt touchdown eftir steðgin men endaði annars góða kappingarárið illa.
Divisonal Round
Leygardagin 21. januar
Kansas City Chiefs - Jacksonville Jaguars 27-20 (AFC)
Sunnudagin 22. januar:
Philadelphia Eagles - New York Giants 38-7 (NFC)
20.00: Buffalo Bills - Cincinnati Bengals (AFC)
23.30: San Francisco 49'ers - Dallas Cowboys (NFC)
Dystirnir kunnu síggjast á TV2 Sport og TV Play
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald