Fótbóltur

FC Barcelona vann á útivølli ímóti Atletico

Lionel Messi var munurin í tætta toppdystinum í Madrid.

Lionel Messi var enn einaferð avgerandi fyri FC Barcelona (Mynd: EPA)

Lionel Messi var enn einaferð avgerandi fyri FC Barcelona (Mynd: EPA)

2019-12-01 22:13 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Toppdystur var í La Liga í kvøld, har tveir av meistara biðlunum, Atletico Madrid og FC Barcelona hittust á stásiliga Wanda Metropolitano leikvøllinum í spanska høvuðsstaðnum.

Talan var um ein tættan dyst, har bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikar. Men hóast tað vóru nógvir møguleikar, so kom bert tað eina málið. Tað kom fýra minuttir fyri tíð, tá Lionel Messi setti bóltin flott í netið, eftir bandaspæl við Luiz Suarez.

Tað er sera tætt í toppinum í sponksu kappingini í ár, har FC Barcelona og Real Madrid bæði hava 31 stig á fyrsta og øðrum plássi. Sevilla liggur á triðja plássi, bert eitt stig aftanfyri.

Tapið hjá Atletico kom ikki væl við. Teir liggja á sætta plássi, men eru tó “bert” seks stig aftanfyri FC Barcelona og Real Madrid.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder