Annað

Skipa fyri rørsludegi í Gundadali

Sunnudagin 20. september skipar verkætlanin "Øll við" hjá Parasport Føroyum fyri einum ítrótta- og rørsludegi í høllini í Gundadali fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.

Tiltakið gongur m.a. fyri seg í høllini í Gundadali (Savnsmynd)

Tiltakið gongur m.a. fyri seg í høllini í Gundadali (Savnsmynd)

2026-09-07 19:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Byrjað verður við vælkomu og felags upphiting í høllini, áðrenn farið verður út í Viðarlundina á eina rennileið. Aftaná verður farið aftur í Gundadal, har børnini kunnu royna ymiskar ítróttir og aktivitetir.

Endamálið er at skapa ein stuttligan og hugnaligan dag, har øll kunnu vera við á sínum egna støði. Familja, vinir og onnur avvarðandi kunnu eisini luttaka, skrivar Parasport Føroyar

Øll børnini fáa eina Øll við helsi, og vit bjóða eisini okkurt gott at eta og drekka og maskottar frá Betri koma eisini at heilsa uppá børnini.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi 14. september. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder