Fótbóltur

FC Hoyvík fingið fyrstu landsliðsspælarnar

Óli Mittún og Høgni Heinason, sum báðir eru úttiknir til U15-landsliðið, eru fyrstu landsliðsspælarar, ið koma úr FC Hoyvík.

Mynd: FC Hoyvík

Mynd: FC Hoyvík

2019-05-20 08:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til EFB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U15-dreingjunum, og fyrr í vikuni kunngjørdi hann hópin, ið er úttikin til komandi kapping í Esbjerg.

Og fyri fyrstu fer nakrantíð hava tveir spælarar úr FC Hoyvík fingið landsliðsboð. Talan er um Óla Mittún og Høgna Heinason.

- Vit eru sjálvandi ótrúliga glaðir fyri at verða úttiknir til landsliðið, og tað er við stórum spenningi, at vit síggja fram til kappingina í Danmark, siga nýklæktu landsliðsspælararnir hjá FC Hoyvík við heimasíðuna hjá FSF, og leggja afturat, at vónandi verða upp aftur fleiri spælarar úr FC Hoyvík, sum í framtíðini sleppa at umboða Føroyar.

Hópurin

Jón Petur M. Thomsen, NSÍ

Emil Elmelund Hansen, HB

Ólavur J. Poulsen, Víkingur

Jónatan Nattestad, 07 Vestur

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Markus á Lakjuni, ÍF

Suni Herman J. Petersen, B71

Hanus Højgaard, B68

Óli Mittún, FC Hoyvík

Jákup Nesá, B68

Thomas Bjørn S. Miezan, HB

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

Marius Árting Allansson, B36

Ári Arnason, AB

Høgni Heinason, FC Hoyvík

Carl Mikkelsen, B36

Tobias Elmelund Hansen, HB

Umframt føroyska landsliðið, eru lið úr Danmark og hinum norðanlondunum eisini við í EFB Spar Nord Elite Cup, og okkurt ár hava lið úr Týsklandi eisini luttikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder