Fótbóltur

FC Hoyvík, Víkingur og HB vunnu steypagull

Leygardagin vórðu fýra steypafinalur í yngru deildunum spældar á Tórsvølli. Víkingur vann dreingir U13, FC Hoyvík vann gentur U13, og HB vann bæði dreingir U15 og U17..

Dreingir 15 og dreingir 17 hjá HB kundu fegnast um steypagull í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar)

Dreingir 15 og dreingir 17 hjá HB kundu fegnast um steypagull í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-10-08 18:40 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Stóri steypafinalu dagurin byrjaði leyarmorgun klokkan 10, tá U13 dreingirnir hjá Víkingi og EB/Streymi fóru á vøllin. Fýra finalur í yngru deildunum vóru á skránni, sum endaðu við sigri til Víking, FC Hoyvík og HB. 

U13 Dreingir (Víkingur – EB/Streymur 6-0)

Í finaluni um sóleygarsetypið, sum er steypakappingin fyri dreingir U13, vann Víkingur ein sannførandi 6-0 sigur á EB/Streymi. Málskjúttar hendan dystin vóru Rósing Sverrason Toyt, sum skoraði tvey mál, ímeðan Emil Ludvig Jacobsen og Eyðnar Isaksen skoraðu hvørt sítt. Hini bæði málini vóru sjálvmál. 

Eftir dystin bleiv Pætur Sigurdsson Højgaard úr Víkingi kosin til besta spælara í finaluni. 


[object Object]

Mynd: Bjarni Enghamar


U13 Gentur (B36 – FC Hoyvík 0-4 )

Finalan hjá gentum U13 endaði við einum sannførandi sigri til FC Hoyvík. Olivia Kristiansen legði hoyvíkskvinnurnar á odda 1-0, áðrenn Anna Lamhauge gjørdi bart við heili trimum málum. 

Eftir dystin varð Anna Lamhauge kosin til besta spælara í finaluni. 


[object Object]

Mynd: Bjarni Enghamar


U15 Dreingir (HB – B36 4-2)

Longd leiktíð og straffikapping skuldi til, áðrenn HB kundi fara avstað við Cadburysteypinum. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Málini skutu Kristian Joenen fyri B36, og Silas Joensen fyri HB. 

HB hevði ein giltan møguleika at seta lok á dystin við brotssparki beint áðrenn dystarlok, men B36 málverjin, Jákup Arngrímsson Muller Bjargaði, og so var neyðugt við umdysti. 

Í brotsparkskappingini var tað hinvegin HB málverjin, Ragnar Heinesen, ið gjørdist tann stóra hetjan. Ragnar bjargaði tvær ferðir, ímeðan Silas Joensen, Jógvan í Lon og Jógvan í Skála skoraðu fyri HB. 

Eftir dystin varð Jógvan í Skála úr HB kosin til dagsins leikara. 


[object Object]

Mynd: Bjarni Enghamar


U17 Dreingir (NSÍ – HB 1-2)

Í finaluni um blaðberasteypið kom NSÍ betri frá byrjan. Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ við máli frá Alex Petrea. 

Eftir hálvleiks løgdu HB seg meira á dystin, og við tveimum málum frá Ari Askham syrgdi hann fyri, at HB fór avstað við steypinum. Eftir dystin bleiv Ari eisini kosin til dagsins leikara. 


[object Object]

Mynd: Bjarni Enghamar





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder