Annað

Federer og Wozniacki í fyrstu dystunum í Wimbledon

Stóra tenniskappingin byrjar í dag.

Roger Federer

Roger Federer

2018-07-02 07:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Allarhelst mest víðagitna tenniskappingin yvirhøvur byrjar í dag. Í fyrstu dystunum í ársins Wimbledon kappin, eru tað Roger Federer og Caroline Wozniacki, sum spæla.

Fyrsti dystur er dysturin millum Roger Federer og Dusan Lajovic. Tann dysturin byrjar klokkan 13. Aftaná hittast Caroline Wozniacki og Varvara Lepchenko.

Siðvenja er, at tað er vinnarin hjá monnunum árið fyri, um spælir fyrsta dystin í kappingini. Federer vann í fjør fyri áttandu ferð.

placeholder
placeholder