- Fyrst og fremst vilja vit takka UEFA, sum veruliga hevur hjálpt okkum við at gera tað møguligt at spæla dystin í einari støðu, har lokalu myndugleikararnir (í Føroyum) eru komnir uppí og hava gjørt sítt ítarsta fyri, at dysturin ikki skal spælast og fyri at gera støðuna so torføra sum gjørligt fyri okkum.
Soleiðis sigur Ivan Kmotrík Jr (yngri), ið er varastjóri í Slovan Bratislava og ein nógv umtalaður persónur í Slovakia, við heimasíðu felagsins, í samband við at tað er kunngjørt, at dysturin móti KÍ í Champions League er útsettur frá í dag til fríggjadagin.
Síðani fundin við UEFA og umboð fyri KÍ og FSF í morgun hevur Slovan Bratislava arbeitt hart við at fáa borið soleiðis í bandi, at felagið kann stilla við einum liðið fríggjakvøldið. Tá er seinasta freist fyri at dysturin í 1. umfari í Klaksvík skal spælast. Hetta hevur verið í áhaldandi samskifti við UEFA, og Kmotrík Jr ger greitt, at felagið allatíðina hevur arbeitt eftir leiðreglunum frá UEFA. Aðalstjórin ber eisini fram, at allir í hópinum sum eru í Føroyum hava negativar kanningar frá bæði mánadegnum og týsdegnum, at dysturin sambært leiðreglunum hjá UEFA kann spælast, og tí er støðan sera løgin.
Seinnapartin í gjár varð greitt, at fysioterapeuturin hjá Slovan Bratislava varð testaður positivt fyri koronu, tá ferðalagið kom til Føroyar týskvøldið, og at hópurin ikki hevði hildið seg til leiðreglurnar um avbyrging á gistingarhúsinum. Slovan vandi í Klaksvík, men stutt seinni gjørdi fútin Micheal Boolsen greitt, at hópurin hjá Slovan Bratislava skuldi í sottarhald ella av landinum skjótast gjørligt
Hvørjir leikarar fara at umboða Slovan og hvat hendir í morgin?
Hópurin hjá slovakiska meistaraliðnum er í løtuni á sóttarhaldi á Hotel Brandan. Sum nú er, kunnu teir 18 leikararnir, ið eru í føroyska høvuðsstaðnum, ikki spæla fríggjakvøldið. Ístaðin eru boð send eftir øðrum leikarum, ið eru knýttir at Slovan, men sum ikki komu við til Føroyar. Teir ferðast úr slovakiska høvuðsstaðnum í morginárini og ledna 12.15 sambært atlantic.fo. Har verða møguliga fleiri ungdómsleikarar við.
Síðani verða teir kannaðir fyri koronu. Reglugerðin hjá UEFA sigur, at minst 13 leikarar, harav minst ein málverji, skulu vera tøkir til dystin. Teir skulu sjálvandi ikki hava koronu ella vera bundin av sóttarhaldi. Um kanningarnar hjá teimum í morgin vísa seg allar at vera negativar, kann Slovan Bratislava spæla í Klaksvík friggjakvøldið.
Les eisini: KÍ - Slovan Bratislava verður møguliga leiktur
Umboð fyri Slovan Bratislava, ið eru í Føroyum, gera tó í løtuni sítt fyri at fáa teir 18 leikarar loystar í sóttarhaldi, so at teir kunnu spæla dystin. Ivan Kmotrík Jr vísur á, at hesir allir hava tvær negativar kanningar at vísa á frá vikuni.
- Vit fara at gera okkara besta fyri at fáa hetta at eydnast, men fyri at vera fyrireikaðar uppá allar møguleikar, so hava vit syrgt fyri einum øðrum flogfari við einum bólki av leikarum, sum kemur úr Bratislava.
- Vit eru glaðir fyri, at vit framvegis hava ein møguleika, og fríggjadagin fara vit at stríðast fyri næsta umfari. Vit trúgva uppá at alt fer at fara fram í "Fair Play-anda" og fer at verða avgjørt á vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald