Annað

Fekk 20 sekund saman við konuni at fegnast um víðari luttøkuna

Simon Kjær slapp ikki at síggja nógv til konu sína, sum var komin til Russlands til dystin.

Mynd: BT

Mynd: BT

2018-06-27 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danmark spældi í gjár 0-0 javnleik móti Fraklandi. Hetta merkir, at Danmark spælir seg víðari úr bólkaspælinum í HM-kappingini.

Ein teirra, sum var flogin til Russlands fyri at hyggja eftir dystinum, var kona danska verjuleikaran Simon Kjær. Men kona hansara Elina, sá ikki nógv til hann. Eftir dystin fekk Simon Kjær boð um, at hann skuldi til dopingkanning. Reglurnar eru sera strangar, tá dopingroyndir skulu gerast, og tí skal leikarin beinleiðis av vøllinum og inn til dopingkanningina, tá hann fær boð um tað.

- Eg skuldi til dopingkanning, so eg slapp ikki út at siga hey ella nakað. Hon var flogin til Moskva fyri at síggja meg, og so fekk hon akkurát 20 sekund, áðrenn eg skuldi til dopingkanning. Tað er sjálvandi hart fyri hana og meg, tí eg hevði sjálvandi glett meg til at síggja konu mína. Men soleiðis er tað. Eg hevði faktiskt varhugan av at eg skuldi kannast í dag, segði Simon Kjær við BT.

Myndirnar vístu, at Elina græt um at hon ikki slapp at síggja mann sín longur. SImon Kjær sigur tó, at hetta er partur av at verða burtur við landsliðnum.

Danska landsliðið kom til Russlands 11. juni og konurnar hjá leikarunum sleppa ikki at vitja leikararnar á landsliðsleguni. Tí hava tey bara møguleika at síggjast í samband við dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder