Hondbóltur

Fekk fingurin í eyga: Høgni er ivasamur til hálvfinaluna

Høgni Højsted small í gólvið eftir nærdyst í gjár, og høgri bakkurin er eymur og hevur pínu í eyganum. Høgri bakkurin skal royna at renna eitt sindur seinnapartin fyri at vita, hvussu tað merkist.

Tað er vinstra eyga hjá Høgna Højsted, sum hevur fingið skaða. - Eg eri eymur í eyganum og rundanum. Eg fái millum annað ógvuliga ilt, tá eg geispi. So er spurningurin, hvussu tað verður, tá hann rennur (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er vinstra eyga hjá Høgna Højsted, sum hevur fingið skaða. - Eg eri eymur í eyganum og rundanum. Eg fái millum annað ógvuliga ilt, tá eg geispi. So er spurningurin, hvussu tað verður, tá hann rennur (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-27 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Fyri fyrstu ferð í kappingini hava Føroyar av álvara eitt ivamál í hópinum:

Høgni Højsted

Støðufasti høgri bakkurin hevur spælt eina góða kapping - serliga í verjustøðu men eisini við nøkrum góðum málum breitt av bakkinum. 

Í einum gjøgnumbroti móti endanum í gjár gekk tó galið, tá nummar 76 fór inn ímóti slovensku verjuni: 

- Eg fekk fingurin hjá einum beint í vinstra eyga. Eygnalokið vendist við, og eg visti ikki hvat var hent - um tað kanska var brostið.

[object Object]
Høgni Højsted fær hjálp eftir ógvusliga nærdystin, har hann fekk ein fingur beint í eyga (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis greiðir Høgni Portalinum stutt frá á spælarahotellinum tíðliga seinnapartin.

Tíbetur var tað ikki so mikið álvarsamt. Læknar hava kannað hann, og tað er eingin stórur skaði sum so. Tó er hálvfinalan í vanda hjá Høgna.

- Eg eri eymur í eyganum og rundanum. Eg fái millum annað ógvuliga ilt, tá eg geispi.

[object Object]

Durita Rouch, fysioterapeutur, og onnur rundanum royna at betra um støðuna við pínutablettum og salvu. Nú seinnapartin verður greitt, um Høgni Højsted kann spæla ein leiklut í hálvfinaluni.

Spurningurin er, um tað er ráðiligt, og um Høgni fær runnið uttan at eygað órógvar alt ov nógv. Tí skal hann millum annað renna eina løtu fyri at royna tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder