2019-01-27 22:40
Heini Fossdalsá Sørensen hevur í dag skrivað undir ein trý ára sáttmála við FC Midtjylland.
Tað fer at nærkast einum ári síðani, at boð vóru eftir Heina úr FC Midtjylland, sum vildu hava høvi at síggja meiri til hansara. Foreldur hansara - Miriam Fossdalsá og Kári Sørensen - gjørdu ikki mætari enn at tey fluttu øll somul niður at stuðla Heina.
- Tað hevur verið strævið, men sera læruríkt og í dag fekk 15 ára gamli Heini so løn fyri strevið – enntá á sínum føðingardegi, skrivar HB í kvøld, har hann er uppvaksin.
Hann verður nú annar føroyingurin, sum hevur sáttmála við FC Midtjylland. Hin er systkinabarn hansara Hanus Sørensen. Báðir eru uppvaksnir í HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald