Fótbóltur

Fer at gera alt fyri at fáa Pochettino til Old Trafford

Dagligi stjórin í Manchester United veit hvønn hann vil hava sum venjara.

Mauricio Pochettino

Mauricio Pochettino

2019-01-02 13:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tó at Ole Gunnar Solskjær hevur staðið seg væl higartil sum venjari í Manchester United, so er als ikki vist, at hann fær loyvi at halda fram eftir summar, tá hansara leigusáttmáli er útgingin.

Manchester United settur Ole Gunnar Solskjær sum fyribils venjara eftir at Jose Mourinho varð koyrdur, men fær dagligi stjórin sín vilja, verður tað ikki norðmaðurin, sum heldur fram í sessinum.

Ed Woodward er ivaleysur um hvønn hann vil hava sum venjara. Og tann maðurin eitur Mauricio Pochettino.

Argentinin hevur gjørt eitt framúr gott arbeiðið í Tottenham seinastu árini, har hann hevur lyft liðið til at verða eitt av teimum heilt stóru liðunum í Onglandi, eins væl og eitt av teimum góðu liðunum í Champions League.

Mauricio Pochettino er ovast á fimm mans listanum, sum er gjørdur í ætlanini at finna nýggjan venjara til Manchester United. Aðrir menn á listanum eru Ole Gunnar Solskjær, Zinedine Zidane, Laurent Blanc og venjarin hjá Red Bull Salzburg, Marco Rose.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder