Fótbóltur

Festivalfótbóltur í fríggjakvøldshuglagnum í Klaksvík

Fyri fyrstu ferð í summar hevur KÍ ein landskappingardyst ímillum evropeiskar dystir, og nakrar broytingar vera, tá eitt skert B68-lið vitjar á Summarfestivalinum. FM1 sigur frá dystinum klokkan 18.

Nógvir áskoðarar væntast í kvøld, tá KÍ fer at royna at halda beinu kósina móti FM, samstundis sum hópurin ikki skal gerast ov sperdur (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvir áskoðarar væntast í kvøld, tá KÍ fer at royna at halda beinu kósina móti FM, samstundis sum hópurin ikki skal gerast ov sperdur (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-08 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er nátúrligt, at vit fara at rotera eitt sindur. Nakrir, sum hava spælt nógv í summar, hava tørv á hvíld, og so eru nógvir dugnaligir spælarar á bonkinum, ið vilja spæla og eisini hava uppiborið at spæla. Vit taka tó hesa uppgávuna móti B68 í størsta álvara: Hetta er okkara mest týdningrmikli dystur nú.

Soleiðis segði svenski KÍ-venjarin eftir 2-0 sigurin á Neman Grodno í Conference League. Hetta var týskvøldið á Tórsvølli - undir trý samdøgur eftir tað skal KÍ spæla á Summarfestivalinum móti B68.

Sí samrøðuna við Magnus Powell her - frá 2.30 er tað um dystin móti B68: 
- Vit vóru støðufastir - men heldur óskarpir við bólti

[object Object]
Nógvir spælarar hjá KÍ hava spælt nógv í hørðum dystum í summar. Fýra heilir dagar vóru ímillum seinna dystin í 2. umfari (hóskvøldið 31. juli) til týsdagin 5. august (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Byrjar spakuliga at anga av tí spanska hjá KÍ

Broytingar vera á KÍ-liðnum til dystin móti B68, sum er tann fyrsti í 18. umfari í  Betrideildini. Tó verður ikki eitt heilt lið skift út, tí FM hevur fyrstu raðfesting, eru boðini frá Magnusi Powell.

KÍ er átta stig frammanfyri NSÍ og HB og hevur spælt ein dyst færri. Spurningurin er, hvussu nógv Evropa órógva nú; nógvir dygdarspælarar eru sum hava sitið nógv á bonkinum í summar.

KÍ-hópurin skal til Ungarn at gera arbeiðið í 3. umfari í conference League liðugt í næstu viku. B68 hevur bert Betrideildina at hugsa um men er í ongamannalandi og hevur fleiri skaðar til dystin í Klaksvík.

Dysturin byrjar klokkan 18.00, og nógv fólk væntast til dystin við Djúpumýru.
FM1 sigur frá - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder