
KÍ framdi aftur eitt professionelt og sterkt evropeiskt avrik - í so stóran mun at tað í løtum i 2. hálvleiki var hálvkeðiligt í summarkuldanum á Tórsvølli.
Les eisini um 1. hálvleik her: Páll og René hava sent KÍ nærri play-off
Neman Grodno megnaði als ikki at skapa ein líkinda málmøguleika móti einum krútsterkum og vælskipaðum KÍ-verjuparti. Hetta var fjórði dysturin á rað - allir evropeiskir - at KÍ ikki lat mál inn,
Samstundis vildi KÍ minni og minni frameftir, men har vóru støður, har tað kundi verið 3-0.
Nógv besta møguleikan fekk Jákup Biskopstø Andreasen í yvirtíðini. Innskifti Claes Phillip Kronberg skapti hana við at vinna bóltin væl í uppspæli, síðani spæla snildan banda við Filip Brattbakk og renna móti seinasta verjuspælaranum. Royndi danin legði síðani bóltin til rættis fyri liðformanninum, sum hevði tikið seinasta túrin, sum hann hevði í sær eftir enn eitt sterkt avrik á miðvøllinum. Við sínum góða vinstra beini smekkaði Jákup tó bóltin stutt framvið stólpanum.
Hetta kunnu nummar átta og teir iðra seg eitt sindur um, men annars fegnast um gott útgangsstøði eftir ein dyst við góðum stuðli frá yvir 2.000 norðyingum á Tórsvølli. Har gjørdi serliga skarin við Bláu Bylgju aftanfyri málið um seg.
*Annar av málskjúttunum, Páll Andrasson Klettskarð, takkar trúføstu og larmandi áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Seinni dysturin millum KÍ og Neman verður spældur á uttanveltaðum vølli í Ungarn hósdagin 14. august. Samanlagdi vinnarin fer í play-off umfari í Conference League, har spanska Rayo Vallecano bíðar.
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, týsdagin 5. august á Tórsvølli
KÍ - Neman Grodno 2-0 (2-0)
26' René Shaki Joensen 1-0
45 (+1)' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 2-0
Áskoðaratal: 2.280
KÍ (5-4-1(3-4-3): Sebastian John - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen -Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreeasen, Hallur Hansson, Patrik Johannesen og Páll Andrasson Klettskarð
Í 2. hálvleiki komu Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Filip Brattbakk, Gilli Rólantsson Sørensen og Claes Phillip Kronberg
Venjari: Magnus Powell
Áðrenn seinna dystin skal KÍ spæla landskappingardyst á Summarfestivalinum. Tað er B68, ið vitjar fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald